2021

Grein: Myndugleikahugtakið í fyrisitingarlógini

“Innihaldi og vavi av hugtakinum “almenn fyrisiting” í § 1, stk. 1 er avgerandi fyri hvussu vítt nýtsluøkið hjá fyrisitingarrættinum fevnir. Tað vil siga, at áðrenn t.d. hugt verður eftir málsviðgerðarreglum, spurninginum um málsræði, partshugtakinum og avgerðini hjá myndugleikanum, er neyðugt fyrst av øllum at finna útav, um viðkomandi myndugleiki er fevndur av hugtakinum “almenn fyrisiting” og harvið partur av fyrisitingarrættinum.”

Sambært § 1, stk. 1 í fyrisitingarlógini, løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg, er lógin galdandi fyri allar partar av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum.

§ 1 er soljóðandi:
“§ 1. Lógin er galdandi fyri allar partar av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum.
Stk. 2. Lógin er eisini galdandi fyri interkommunalar felagsskapir.
Stk. 3. Landsstýrið kann áseta, at lógin heilt ella fyri ein part skal verða galdandi fyri nærri ásett feløg, stovnar, felagsskapir v.m., ið ikki kunnu roknast við til almennu fyrisitingina. Hetta er tó bert galdandi um so er, at útreiðslurnar av teirra virksemi í høvuðsheitunum verða rindaðar av landi ella kommunu, ella í tann mun tey við ella við heimild í lóg hava fingið heimild til at taka avgerð vegna land ella kommunu. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um varðveitslu av skjølum v.m. og um tagnarskyldu.”

Fyrisitingarlógin er í høvuðsheitum ein føroysk útgáva av donsku fyrisitingarlógini frá 1985, LOV nr 571 af 19/12/1985, ið tá var galdandi. Ongar viðmerkingar eru til føroysku lógina, og tí eru donsku viðmerkingarnar somuleiðis galdandi fyri ta føroysku lógina.

Innihaldið og vavið av hugtakinum “almenn fyrisiting” í § 1, stk. 1 er avgerandi fyri, hvussu vítt nýtsluøkið hjá fyrisitingarrættinum fevnir. Tað vil siga, at áðrenn t.d. hugt verður eftir málsviðgerðarreglum, spurninginum um málsræði, partshugtakinum og avgerðini hjá myndugleikanum, er neyðugt fyrst av øllum at finna útav, um viðkomandi myndugleiki er fevndur av hugtakinum “almenn fyrisiting” og harvið partur av fyrisitingarrættinum.

Fyrisitingarrætturin eru tær rættarreglur, ið eitt nú eru skipaðar í fyrisitingarlógini og innlitslógini, løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, og teimum óskrivaðu rættarmeginreglunum, ið eru galdandi fyri almennu fyrisitingina, so sum lutfalsmeginreglan (da. proportionalitetsprincippet), líkareglan (da. lighedsprincippet) og skyldan at lýsa eitt mál (da. officialprincippet).

Sambært viðmerkingunum til § 1, stk. 1 og 2 í fyrisitingarlógini fevnir hugtakið “almenn fyrisiting” um  landsfyrisitingina, kommunalu fyrisitingina og eisini um fyrisitingarmyndugleikar, ið ikki kunnu sigast at hoyra til teir vanligu fyrisitingarmyndugleikarnar, serstakliga nevndir og ráð. Harafturat er lógin galdandi fyri interkommunalar stovnar so sum SEV og IRF.

Hugtakið “almenn fyrisiting” verður fatað á sama hátt í innlitslógini, løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, og í umboðsmanslógini, løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann.

Til tess at gera av um ein stovnur kann rúmast innanfyri karmin av § 1, stk. 1 og 2, verður hugtakið “almenn fyrisiting” sum meginregla greina innihaldsliga á tann hátt, at dentur verður lagdur á eitt sokallað formligt eyðkenni (da. formelt kriterium). Formligt eyðkenni merkir, at hugt verður eftir um stovnurin antin er skipaður við lóg ella privatum fyritakssemi, um stovnurin fyriskipanarliga er staðsettur yvir ella undir einum øðrum fyrisitingarligum myndugleika, um rakstur stovnsins antin er fíggjaður við almennari játtan ella privatum peningi, og um tað við lóg eru ásettar reglur um nýtsluna av játtaðum peningi.  

Sum viðmerkingarnar til § 1, stk. 1 og 2 í fyrisitingarlógini vísa, so verður hugtakið ”almenn fyrisiting” greinað sum teir stovnar, ið hava útinnandi vald. Hugtakið “almenn fyrisiting” hongur tí neyvt saman við § 1 í stýrisskipanarlógini, løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya:

“§ 1. Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómsstólunum.”

§ 1 í stýriskipanarlógini er ein inngangur (da. præambel) til lógina og samsvarar við § 3 í Grundlógini, lov nr. 169 af 5. juni 1953 om Danmarks Riges Grundlov:

“§ 3. Den lovgivende magt er hos kongen og folketinget i forening. Den udøvende magt er hos kongen. Den dømmende magt er hos domstolene.”

Eins og § 3 í Grundlógini, er § 1 í stýriskipanarlógini grundað á sonevndu valdsbýtislæruna, ið er hugsanin um, at valdið hjá stjórnarvaldinum kann býtast sundir í tríggjar partar: lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið.

Sambært valdsbýtislæruni fevnir hugtakið “almenn fyrsiting” sostatt ikki um lóggávuvaldið og dómsvaldið. Lóggávuvaldið er Løgtingið og teir stovnar, ið knýttir eru at Løgtinginum, ið er Landsgrannskoðanin og Løgtingsins umboðsmaður. Dómsvaldið eru dómstólarnir, m.a. Føroya Rættur.

Kommunusamstørv sambært § 51 í Kommunustýrislógini, løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri, ið landsstýrismaðurin skal góðkenna, eru fevnd av hugtakinum “almenn fyrisiting”, uttan mun til hvussu samstarvi annars er skipað. Dømi um slík samstørv eru kommunalu samstørvini um tilbúgving, ið skipað eru í Tilbúgvingarlógini, løgtingslóg nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving.

Sum meginregla eru stovnar, felagskapir v.m., ið eru stovnaðir á privatrættarligum grundarlagi ikki fevndir av hugtakinum “almenn fyrisiting”. Hetta er uttan mun til um virksemi, ið verður útint, í roynd og veru svarar til virksemi, ið vanliga verður útint av almennu fyrisitingini. Orsøkin er nevniliga omanfyrinevnda formliga eyðkenni, sum í høvuðsheitum er avgerandi fyri, um ein stovnur, felagsskapur v.m. kann metast sum partur av almennu fyrisitingini.

Almenn partafeløg eru í hesum høpi sum meginregla ikki fevnd av hugtakinum, hetta er uttan mun til um almenni ognarrætturin í partafelagnum er heilur ella lutvísur. Almenn partafeløg eru eyðkend við einum sokallaðum armslongdarmeginreglu, har tað almenna ikki førir eitt skipað og neyvt alment eftirlit við virkseminum hjá partafelagnum. Dømi um slík partafeløg eru P/F Postverk Føroya og P/F Atlantic Airways.

Sum undantak til meginregluna um, at stovnar, felagskapir v.m., ið eru stovnaðir á privatrættarligum grundarlagi, ikki eru partur av hugtakinum “almenn fyrisiting”, eru stovnar, felagskapir v.m., ið útinna umfatandi alment virksemi, og ið samstundis eru undir einum skipaðum og neyvum almennum eftirliti.

Í Danmark er nú beinleiðis ásett í § 1, stk. 2 í fyristingarlógini, LBK nr 433 af 22/04/2014, at stovnar, felagskapir v.m. eru fevndir av hugtakinum “almenn fyrisiting”, um stovnurin, felagsskapurin v.m.  er skipaður við lóg ella er undir neyvum almennum eftirliti og fyriskipan. Talan er um lógfesting av galdandi rætti, tí sum nevnt omanfyri, so eru hesir longu frammanundan fevndir av hugtakinum “almenn fyrisiting”. Løgfestingin hevur tó týdning, tí hon varpar ljós á markasetingina og sambandið millum almannarættin og privatrættin við atliti at hugtakinum “almenn fyrisiting”.

Eitt øki, ið hevur stovnar, ið virka á privatrættarligum grundarlagi, er almannaøkið. Hesir stovnar, ið eru sjálvsognarstovnar, fremja sosialfakligt virksemi, ið er meinlíkt tí virksemi, ið Almannaverki fremur. Sjálvsognarstovnarnir hava í ávísan mun síni viðurskifti skipaði í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, men ásett er ikki formliga, at hesir eru fevndir av fyrisitingarrættinum í sjálvum sær.

Sambært § 1, stk. 3 í fyrisitingarlógini kann landsstýrið, t.v.s. viðkomandi landsstýrismaður, áseta reglur um, at fyrisitingarlógin heilt ella lutvíst skal verða galdandi fyri stovnar, felagsskapir v.m., ið ikki kunnu roknast við til almennu fyrisitingina. Treytin fyri hesum er, at útreiðslurnar av virkseminum hjá einum stovni, felagsskapi v.m. í høvuðsheitunum verður rindað av landi ella kommunu ella um ásett er við lóg, at stovnurin, felagsskapurin v.m. við heimild í lóg kann taka bindandi avgerðir, ið eru galdandi fyri einstaklingar. Heimildin í § 1, stk. 3 er tó ongantíð nýtt enn.

Í máli LUM 200400023 viðgjørdi umboðsmaðurin eina klagu um noktan av innliti í innanhýsis arbeiðsskjal hjá Føroya Barnaheimi. Í sambandi við klaguna viðgjørdi umboðsmaðurin, um stovnurin kundi metast sum partur av almennu fyrisitingini og virkisøkinum hjá umboðsmanninum. Umboðsmaðurin vísti á, at Føroya Barnaheim, sum sjálvsognarstovnur, var góðkendur sambært § 32, stk. 1 í tágaldandi Barnaforsorgarlógini, lovbekendtgørelse nr. 104 af 2. marts 1988 om børneforsorg. Umboðsmaðurin metti, at virksemið hjá stovninum skuldi metast sum ein almenn uppgáva, ið var undir neyvum almennum eftirliti. Føroya Barnaheim var tískil mett at vera fevnt av almennu fyrisitingini og fyrisitingarlógini.

Málið vísti, at hóast talan var um ein privatrættarligan sjálvsognarstovn, so var stovnurin fevndur av hugtakinum “almenn fyrisiting” sambært § 1, stk. 1 í fyrisitingarlógini, tí stovnurin útinti umfatandi alment virksemi og harafturat var undir neyvum almennum eftirliti.

Í máli LUM 200500008 viðgjørdi umboðsmaðurin eina klagu um setan av leiðara fyri Listasavn Føroya. Áðrenn umboðsmaðurin tók støðu til innihaldið í klaguni, kannaði umboðsmaðurin um virksemi hjá Listasavni Føroya var soleiðis háttað, at stovnurin kundi metast sum partur av almennu fyrisitingini, og partur av virkisøkinum hjá umboðsmanninum.

Umboðsmaðurin metti ikki, at Listasavn Føroya var fevnt av almennu fyrisitingini. Hesa fatan grundaði hann á, at Listasavn Føroya er ein sjálvsognarstovnur, og at í viðtøkunum fyri stovnin sást, at ávirkanin hjá landsstýrismanninum, umframt at velja formannin í stýrinum, var avmarkað til, hvat skuldi henda í sambandi við eina møguliga avtøku av stovninum. Umboðsmaðurin viðgjørdi av hesum ávum ikki klaguna innihaldsliga.

Málið vísti, at Listasavn Føroya útinti umfatandi alment virksemi, men var sambært umboðsmanninum ikki undir einum skipaðum og neyvum almennum eftirliti. Tískil var Listasavn Føroya ikki partur av hugtakinum “almenn fyrisiting” sambært § 1, stk. 1 í fyrisitingarlógini. Viðgerðin av málinum varð grundað á viðtøkurnar fyri Listasavn Føroya, ið vóru samtyktar í 2002. Viðtøkurnar, sum í dag eru galdandi, eru tær, ið vóru samtyktar í 2016. Tó at viðtøkurnar eru broyttar, er tað ikki greitt, um broytingarnar ítøkiliga hava ávirkan á metingina av sjálvsognarstovninum sum part av hugtakinum “almenn fyrisiting”.  Tó er greitt, at í mun til hvussu raksturin av Listasavni Føroya er skipaður, er heimild í § 1, stk. 3 í fyrisitingarlógini fyri, at ásett verður, at Listasavn Føroya er fevnt av fyrisitingarlógini. 

Í máli LUM 20/00056 viðgjørdi umboðsmaðurin eina klagu um, hvørjar heimildir Økisnavn.fo hevur at krevja inn gjald fyri tær tænastur, ið stovnurin veitir. Áðrenn umboðsmaðurin kundi taka støðu til avgerðina, ið Økisnavn.fo hevði tikið, og ið klagan snúði seg um, var neyðugt hjá umboðsmanninum at finna útav, um Økisnavn.fo kundi metast sum partur av almennu fyrisitingini.

Í hesum sambandi gav Umhvørvis- og vinnumálaráðið umboðsmanninum eina frágreiðing um málið, har niðurstøðan hjá ráðnum var, at Økisnavn.fo ikki kundi metast sum partur av almennu fyrisitingini. Ráðið legði dent á, at landsstýrismaðurin ikki hevði eitt skipað og neyvt alment eftirlit við stovninum, og at stovnurin, ið er stovnaður sum ein sjálvsognarstovnur, ikki er stovnaður við lóg, ikki er fíggjaður av almennari játtan, og at tað ikki við lóg eru ásettar reglur um nýtsluna av játtaðum peningi.

Umboðsmaðurin tók undir við frágreiðingini hjá ráðnum og viðgjørdi tískil ikki klaguna innihaldsliga.

Umboðsmaðurin mælti tó til, at ráðið fór undir at kanna nærri, um Økisnavn.fo eigur at verða skipað í lóggávu.

Umboðsmaðurin grundaði sítt tilmæli á, at alsamt fleiri týðandi tættir í samfelagnum nú verða viðgjørdir umvegis internetið og internet-økisnøvn, og at týdningurin av internet-økisnøvnum er eyðsýndur fyri føroyska samfelagið.

Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at danska umsitingin av internet-økisnøvnum, ið føroyska umsitingin m.a. varð grundað á, varð skipað í lóggávu í 2005. 

Umboðsmaðurin helt, at ein lóggáva eitt nú kundi skipa almennar reglur kring umsitingina av føroyskum internet-økisnøvnum, ásett neyðug krøv og treytir í mun til KT trygd, ásett reglur um kærumyndugleika og reglur, ið skipa eftirlitið við umsitingini av økisnøvnum.

Málið vísti, at hóast stovnurin ikki hevði neyðuga formliga eyðkenni, sambært § 1, stk. 1 í fyrisitingarlógini, at vera ein partur av hugtakinum “almenn fyrisiting” og ikki kundi rúmast í § 1, stk. 3 í fyrisitingarlógini,  so var nógv, ið talaði fyri, at stovnurin átti at havt eina ávísa lógbundna skipan, serliga grundað á samfelagsliga týðandi virksemi, ið stovnurin røkir.

Alment vísti málið eisini, at tað í ávísum førum kann tykjast óskynsamt í mun til rættartrygdina hjá borgarum, at ein stovnur á privatrættarligum grundarlagi útinnir samfelagsliga týðandi virksemi, ið er vent móti borgarum, uttan at fyrisitingarrætturin antin er galdandi ella ásettur at vera galdandi.

Fyri rættartrygdina, hevur rætturin at kæra eina avgerð, ið myndugleikin tekur, skyldan hjá myndugleikanum at lýsa øll mál til fulnar, skyldan at taka avgerðir á sakligum grundarlagi og atliti at regluføstum mannagongdum og gjøgnumskygni týðandi týdning í einum framkomnum rættarsamfelagi.