2021

Grein 28 í Barnarættindasáttmálanum - Rætturin hjá barninum til útbúgving

“Luttakaralondini viðurkenna barnsins rætt til útbúgving” (Grein 28, stk.1 í Barnarættindasáttmálanum)

Sambært grein 28, stk. 1 í Barnarættindasáttmálanum hava øll børn rætt til útbúgving. Rætturin til útbúgving er eitt av grundleggjandi rættindunum í Barnarættindasáttmálanum. Londini skulu tryggja børnum rætt til útbúgving við grundarlagi í eins møguleikum fyri øll børn. Grein 28 stuðlar undir yvirskipaðu meginregluna í grein 2 um, at øll børn skulu viðfarast eins. Hetta merkir, at øll børn, undir hesum børn í minnilutum, børn í fjarskotnum støðum, gentur, børn í varðhaldi og børn við virkistarni, skulu hava atgongd til útbúgving. Grein 28 hongur eisini saman við øðrum ásetingum í Barnarættindasáttmálanum t.d. barnsins rætti til best møguliga heilsustøðu, tí útbúgving er ein treyt fyri, at barnið er upplýst og kann taka hond um egnu heilsustøðu.

Grein 28, stk. 1, (a) ásetur, at barnaskúlafrálæra skal vera kravd, atkomulig og ókeypis hjá øllum. Barnarættindasáttmálin allýsir ikki útbúgving og nágreinar heldur ikki, hvat hóskandi pensum er ella longd á skúladegi ella skúlaári. Barnanevndin hjá ST leggur í staðin dent á, at pensum skal vera viðkomandi sum fyrireiking til at luttaka í vaksnamannalívinum. Skotið verður upp, at grundútbúgvingin er 9 ár í alt. Barnanevndin hjá ST hevur fleiri ferðir viðmerkt, at hóast útbúgvingin er ókeypis, so hava kravdar útreiðslur, sum t.d. útreiðslur til skúlauniformar og bøkur við sær, at skúlagongdin í veruleikanum ikki er ókeypis. Hesar eykaútreiðslur forða summum børnum í at ganga í skúla ella eru orsøk til, at tey gevast tíðliga við skúlagongdini.

Hóast Barnarættindasáttmálin ikki ásetur ein nágreiniligan rætt til framhaldsútbúgving, skulu londini, sambært grein 28, stk. 1 (b), eggja til, at ymsar útbúgvingar verða mentar aftaná barnaskúlan, m.a. vanlig og yrkislig útbúgving, og gera útbúgvingarnar atkomuligar og møguligar hjá øllum børnum. Framhaldsútbúgving verður mett at vera týdningarmikil fyri at menna børn, men Barnarættindasáttmálin viðurkennir kortini, at øll lond ikki eru ment at veita hetta tilboð til øll børn. Grein 28, stk. 1 (b) vísir á tiltøk, sum londini kunnu seta í verk, so sum ókeypis undirvísing og tilboð um fíggjarligan stuðul eftir tørvi, fyri at stuðla børnum at fara undir framhaldsútbúgving.

Sambært grein 28, stk. 1 (c) skulu londini, við øllum hóskandi tilboðum, gera hægri útbúgving atkomuliga hjá øllum í samsvari við lærugávurnar hjá tí einstaka. Hægri útbúgving byrjar vanliga aftaná barndómin, t.v.s. við 18 ára aldur. Hóast Barnanevndin hjá ST ikki hevur gjørt viðmerkingar til hesa skyldu í Barnarættindasáttmálanum, so tykist hugsanin at vera, at londini skulu syrgja fyri, at møguleikin til hægri útbúgving er atkomuligur við somu treytum fyri øll børn, við grundarlagi í lógligum upptøkukrøvum og ikki bara við grundarlagi í førleikanum at gjalda fyri útbúgvingina ella við upptøkuroyndum, sum geva lesandi við hægri inntøku fyrimun.

Grein 28, stk. 1 (d) leggur áherðslu á barnsins rætt til at fáa lestrarleiðbeining og yrkisleiðbeining fyri at tryggja, at barnið mennir síni evni og hegni mest møguligt. Umframt at geva øllum børnum ókeypis og kravda grundútbúgving, so krevur Barnarættindasáttmálin í grein 28, stk. 1 (e), at londini seta positiv tiltøk í verk fyri at eggja til regluliga skúlagongd og fyri at minka um talið av børnum, sum ikki fullføra skúlagongdina. Hetta kunnu t.d. vera serlig tiltøk fyri børn í minnilutum, børn sum búgva á gøtuni og í fátækadømi. Í nógvum londum er neyðugt við serligum tiltøkum fyri gentur, sum ofta verða forðaðar at fullføra skúlagongdina vegna húsligt arbeiði, ella tí tær gerast við barn.

Grein 28, stk. 2 leggur áherðslu á dissiplin í skúlanum. Myndugleikarnir skulu gera hóskandi tiltøk fyri at tryggja, at dissiplinin í skúlanum er soleiðis, at hon fer væl um barnsins virðileika sum menniskja og er í samsvari við Barnarættindasáttmálan. Hóast kropslig revsing ikki verður nevnd, so hevur Barnanevndin hjá ST sagt, at kropslig revsing ikki kann góðtakast, og at hetta eisini fevnir um kropsliga revsing í skúlunum. Barnsins rættur til vernd móti øllum sløgum av kropsligum ella sálarligum harðskapi, skaða ella vanrøknari viðferð, sum er staðfest í grein 19 í Barnarættindasáttmálanum, er eisini galdandi fyri skúlar. Barnanevndin hjá ST hevur víst á, at skyldan hjá londunum at halda eyga við dissiplinini í skúlunum eisini er galdandi fyri privatskúlar.

Í grein 28, stk. 3 verður tikið samanum við kravinum um, at londini skulu virka fyri og stuðla altjóða samstarvi á útbúgvingarøkinum serliga við fyriliti fyri tørvinum hjá menningarlondunum.

Børn, sum eru í eini serstøðu
Summi børn eru í eini serstøðu viðvíkjandi útbúgving. Hetta kunnu t.d. vera børn, sum bera brek, børn, sum bíða eftir uppihaldsloyvi í landinum ella ættarsavning, ung undir 18 ár, sum eru í varðveitslu hjá landinum, og børn, sum av eini ella aðrari orsøk ikki megna at ganga í skúla.

Sambært grein 2 í Barnarættindasáttmálanum skulu londini virða og tryggja øllum børnum innan sítt løgdømi tey rættindi, sum eru ásett í Barnarættindasáttmálanum, uttan at gera mismun av nøkrum slag og uttan mun til ættarslag, húðarlit, kyn, mál, átrúnað, politiska ella aðra sannføring, tjóðar-, etniskan- ella sosialan uppruna, ognarviðurskifti, brek, burð ella aðra støðu hjá barni, foreldrum ella verja.

Børn, sum bera brek
Rætturin til útbúgving hjá børnum, sum bera brek, er eisini staðfestur í grein 24 í ST-sáttmálanum frá 13. desember 2006 um rættindi hjá persónum, sum bera brek. Her stendur m.a., at persónar, sum bera brek, hava rætt til útbúgving, og at londini í hesum sambandi skulu tryggja eina útbúgvingarskipan á øllum stigum og lívslanga læring. Fyri at tryggja rættin til útbúgving mugu persónar, sum bera brek, ikki útihýsast frá vanligu útbúgvingarskipanini vegna brek sítt, og børn, sum bera brek, mugu ikki útihýsast frá ókeypis og kravdari barnaskúlaundirvísing ella frá framhaldsútbúgving vegna brek sítt. Børn, sum bera brek, skulu hava atgongd til inkluderandi og ókeypis barnaskúlaundirvísing og framhaldsskúlaundirvísing við høgari dygd javnbjóðis øðrum í samfelagnum, har tey búgva, og  hóskandi tillaging skal gerast eftir tørvinum hjá tí einstaka.

Børn, sum bíða eftir uppihaldsloyvi ella ættarsavning
Barnanevndin hjá ST hevur víst á, at rættindini í Barnarættindasáttmálanum ikki eru avmarkað til børn við heimarætti í viðkomandi landi. Øll børn, óheft av tjóðskapi og hvar tey halda til, skulu hava atgongd til rættindini í Barnarættindasáttmálanum uttan so, at annað greitt skilst í teimum einstøku ásetingunum. Skyldan hjá londunum eftir Barnarættindasáttmálanum má kortini metast í mun til, hvussu leingi barnið er statt í landinum. Hetta merkir, at skyldan hjá landinum mótvegis einum barni, sum er fastbúgvandi í landinum, og einum barni, sum bara er fyribils í landinum, kann vera ymisk. Hvussu langt skyldan gongur, og um munur kann gerast á børnum við ymiskum tilknýti til landið, má metast ítøkiligt út frá, hvørji rættindi talan er um, og hvat bakstøðið er fyri at gera mismun. Myndugleikarnir hava skyldu til at leggja seg uppí og verja børn, sum eru fyri harðskapi og øðrum ágangi, hóast børnini bara eru í landinum í styttri tíðarskeið, meðan skyldan hjá myndugleikunum at leggja til rættis fyri útbúgving ikki neyðturviliga byrjar beinanvegin barnið kemur til landið. Ein ítøkilig meting má gerast í hvørjum einstøkum føri. Um børn uttan heimarætt eru stødd leingi í einum landi, tí tey t.d. bíða eftir uppihaldsloyvi ella ættarsavning, tekur skyldan hjá landinum at leggja undirvísing til rættis fyri hesi børn við, soleiðis at tey verða før fyri at fáa eina útbúgving. Í § 40 í Fólkaskúlalógini er ásett, at øll børn, sum búgva í Føroyum, skulu fáa undirvísing, og tað sama er galdandi fyri børn, sum skulu vera her í landinum í minsta lagi í 6 mánaðir.

Børn, sum ikki megna vanliga skúlagongd
Nøkur børn eru so illa fyri, at tey ikki megna eina vanliga skúlagongd og mugu tí undirvísast heima, á sjúkrahúsi ella á stovni. Eisini hesi børn hava rætt til undirvísing, sum kann javnmetast við ta undirvísing, sum vanliga verður kravd í fólkaskúlanum. Reglur um hetta eru við heimild í Fólkaskúlalógini ásettar í kunngerð um heimaundirvísing og sjúkraundirvísing. Barnið hevur rætt til heimaundirvísing ella sjúkraundirvísing, um barnið er burtur frá skúla í longri tíð vegna sjúku, smittuvanda ella vælferð. Hetta er eisini galdandi í sambandi við afturvendandi styttri fráveru vegna sjúku og fráveru vegna varandi sjúku, tá ið fráveran samanlagt er 2 vikur. Heimaundirvísing og sjúkraundirvísing skal vera í samsvari við námsætlanir og ársætlan hjá flokkinum hjá barninum og taka atlit at heilsustøðu, aldri og umstøðum hjá barninum. Um eitt barn ikki er ført fyri at taka lut í vanligu undirvísingini, verður undirvísingin eitt tíðarskeið í ein til fýra mánaðir skipað eftir eini einstaklings undirvísingarætlan, sum tekur støði í førleika, tørvi og umstøðum hjá barninum. Undirvísingin verður skipað við atliti at gera barnið ført fyri aftur at luttaka í vanligu undirvísingini og sosiala felagsskapinum í skúlanum.

Vitjan á Barnaheiminum
Tá umboðsmaðurin var á vitjan á Barnaheiminum í februar og mars 2020, fekk hann upplýsingar um eitt barn, sum bara fekk avmarkaða heimaundirvísing, og eitt barn, sum gekk í serflokki í fólkaskúlanum, men hvørki dugdi at skriva ella rokna.

Umboðsmaðurin vendi sær tí til Undirvísingarstýrið fyri at spyrja nærri um hesi viðurskifti. Undirvísingarstýrið upplýsti, at bíðitíð kann koma fyri, tá serlig fyriskipan verður sett í verk í sambandi við skúlagongd hjá einum barni, m.a. tí fólk skulu setast til uppgávuna. Tað eru teir einstøku skúlarnir, har børnini eru innskrivað, sum hava ábyrgd av innihaldi, dygd og eftirmeting av undirvísingini í sambandi við heima- og sjúkraundirvísing. Undirvísingarstýrið vísti á, at tað tíverri eru børn, ið eru so illa fyri, at tey illa ella als ikki megna tað, ið námsætlanin leggur upp til, men at vandin fyri slíkum dømum er minni nú enn áður, tí serøkið nú er munandi styrkt við fleiri sertilboðum og serútbúnum lærarum í skúlunum.

Umboðsmaðurin vísti á, at tá myndugleikarnir yvirtaka umsorganina fyri einum barni, átaka myndugleikarnir sær samstundis ábyrgdina av, at barnið fær nøktandi undirvísing. Umsorganarsvikin børn eru millum tey veikastu børnini í samfelagnum og eru ofta afturúr skúlaliga, tá tey koma á stovn ella til fosturs. Tí skuldu eyka stór tøk takast viðvíkjandi undirvísing og skúlagongd hjá teimum. Umboðsmaðurin vísti á, at nøktandi undirvísing, sum í minsta lagi førir til eitt fólkaskúlaprógv, er ein fyritreyt fyri, at barnið kann fáa eina útbúgving, soleiðis at tað kann uppihalda sær sjálvum sum vaksin, og at tað tí hevur álvarsligar avleiðingar fyri børn, um tey ikki fáa nøktandi undirvísing.

Umboðsmaðurin minti á, at sambært grein 28 í Barnarættindasáttmálanum skulu myndugleikarnir viðurkenna barnsins rætt til útbúgving og skulu m.a. gera barnaskúlafrálæru kravda og eggja til, at ymsar útbúgvingar verða mentar eftir barnaskúlan, m.a. vanlig og yrkislig útbúgving, og gera tær atkomuligar og møguligar hjá øllum børnum. Umboðsmaðurin mælti til, at Undirvísingarstýrið tryggjar, at serligar fyriskipanir eru smidligar, soleiðis at tað slapst undan bíðitíð. Umboðsmaðurin mælti eisini til, at útbyggingin á serøkinum við fleiri sertilboðum og serútbúnum lærarum framhaldandi verður styrkt, og at skúlarnir síggja til, at tey børn, sum fáa heima- og sjúkraundirvísing, fáa nøktandi úrtøku av undirvísingini.