Ein fyrisitingarmyndugleiki skal í tørvandi mun veita vegleiðing og hjálp til persónar, sum venda sær til myndugleikan við spurningum innan málsøkið hjá myndugleikanum (§ 7, stk. 1 í Fyrisitingarlógini)
Myndugleikar hava skyldu til at vegleiða borgarum, sum venda sær til myndugleikan. Skilt verður ímillum vegleiðingarskyldu smb. § 7 stk. 1 í fyrisitingarlógini, vegleiðingarskyldu eftir vanligum rættargrundsetningum og góðum fyrisitingarsiði og vegleiðingarskyldu, sum er ásett í serlóggávu.
Vanlig vegleiðingarskylda
Endamálið við vegleiðingarskylduni er at tryggja borgarum neyðuga kunning um rættarstøðu teirra, og soleiðis forða fyri, at teir vegna vantandi vitan, feilir ella misskiljingar verða fyri vanbýti. Myndugleikar skulu í mun til tørvin veita vegleiðing og hjálp til borgarar, sum venda sær til myndugleikan við spurningum innan málsøkið hjá myndugleikanum.
Vegleiðingarskyldan sambært § 7 stk. 1 í fyrisitingarlógini er bert galdandi í mun til mál, har myndugleikin hevur ella fer at taka avgerð smb. § 2 stk. 1 í fyrisitingarlógini. Tað er sostatt ikki eitt krav, at myndugleikin vegleiðir og hjálpir í sambandi við veruligt fyrisitingarvirksemi (faktisk forvaltningsvirksemhed), men myndugleikin skal sambært vanligum rættargrundsetningum og góðum fyrisitingarsiði veita vegleiðing og hjálp til borgarar í sambandi við alt sítt virksemi, herundir eisini í sambandi við veruligt fyrisitingarvirksemi. Myndugleikin kann somuleiðis hava skyldu til at vegleiða í øðrum málum enn avgerðarmálum, um hetta fylgir av serlóggávu, ið er galdandi fyri myndugleikan.
Sambært orðaljóðinum í § 7 stk. 1 er vegleiðingarskyldan bert galdandi, tá borgarin sjálvur vendir sær til myndugleikan. Hóast hetta, er vanliga hugsanin, at vegleiðingarskyldan eisini er galdandi í støðum, har borgarin ikki beinleiðis spyr myndugleikan, men har tað vildi verið natúrligt og viðkomandi at vegleitt borgara, tí tað tyktist sum borgarin ikki kennir síni rættindi. Um borgari hevur biðið um vegleiðing, skal myndugleikin ikki avmarkað vegleiðingina til júst tann spurning, ið borgarin hevur sett, men skal vegleiða um tey viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri málið.
Vegleiðingin eftir § 7 stk. 1 í fyrisitingarlógini er eftir sínum orðaljóði bert galdandi innan málsøkið hjá myndugleikanum. Spurningar um onnur málsøki, eiga tí so vítt gjørligt at verða sendir ella vístir til annan viðkomandi myndugleika at svara.
Tað veldst um tær ítøkiligu umstøðurnar, hvussu vegleiðingin eigur at vera givin. Tað er onki krav til innihaldið og vavi av vegleiðingini. Vegleiðingin er knýtt at teimum ítøkiligu umstøðunum í málinum, og avgerandi er, at innihaldið í vegleiðingini tryggjar, at borgarin ikki verður fyri tapi av rættindum vegna feilir, vantandi kunnleika ella misskiljingum. Tørvurin á vegleiðing kann vera ymiskur alt eftir, hvønn borgara talan er um, og um hesin hevur serkøna umboðan ella ikki. Vegleiðingin má tí tillagast tí ítøkiliga tørvinum hjá tí einstaka. Myndugleikin skal í hesum sambandi ansa eftir ikki at viðgera málið út í æsir, soleiðis at talan í veruleikanum eru eini forhondsboð um niðurstøðuna í einum komandi ella ítøkiligum máli.
Ein myndugleiki skal eisini hjálpa borgarum í sambandi við at útfylla umsóknir, oyðibløð og annað, um tørvur er á tí og eisini vegleiða um málsgongdina í málinum og viðkomandi tíðarfreistir.
Vegleiðingin frá myndugleikanum skal, uttan mun til hvussu neyv ella yvirskipað hon er, verða løgfrøðiliga røtt og sonn. Hevur ein myndugleiki givið skeiva ella ófullfíggjaða vegleiðing, eigur myndugleikin sum skjótast og av egnum ávum at rætta vegleiðingina.
Vegleiðingin kann vera skrivlig ella munnlig, alt eftir, hvussu umstøðurnar eru. Er vegleiðingin givin munnliga og talan er um týðandi málsviðgerðarstig í einum avgerðarmáli, skal myndugleikin sum skjótast gera notat um vegleiðingina, so skjalprógv er fyri, hvat vegleitt er um og hvussu.
Myndugleikin skal vanliga tryggja, at móttakarin er førur fyri at skilja vegleiðingina. Eftir umstøðunum kann t.d. verða viðkomandi at bjóða tulkatænasta ella at umseta til annað mál, um hetta eftir umstøðunum í ítøkiliga málinum er neyðugt.
Serlóggáva um vegleiðingarskyldu
Umframt vanligu vegleiðingarskyldu eftir § 7 stk. 1 í fyrisitingarlógini kunnu myndugleikar vera álagdir vegleiðingarskyldu í serlóggávu.
Hetta er m.a. galdandi innan almannaøki. Almannaverkið hevur sambært § 1, stk. 1 og 2, í forsorgarlógini og í kunngerð, fingið álagt eina víðkaða vegleiðingarskyldu. Henda víðkaða vegleiðingarskyldan er eitt slag av heildarvegleiðing, sum inniber, at Almannaverkið ikki bara hevur skyldu at vegleiða alment og persónliga innan almannalóggávuna, men eisini hevur skyldu at bjóða ávísum borgarum framhaldandi vegleiðing, t.e. um viðurskifti, sum kunnu gera borgaran betri føran fyri frameftir at loysa trupulleikar sjálvar um fíggjarlig, arbeiðslig og persónlig viðurskifti.
Umboðsmaðurin viðgjørdi hendan spurning í máli LUM 19/00062, har umboðsmaðurin metti, at klagarin ikki hevði fingið nøktandi vegleiðing í mun til ta strongdu støðu, klagarin var í, og sum gjørdi, at klagarin hevði sagt seg úr starvi og av hesum kom í eina fíggjarliga óhepna støðu.
Kunning til almenningin
Sambært góðum fyrisitingarsiði eigur ein myndugleiki at geva borgarum almenna kunning um sítt virksemi og teirra praksis. Hetta kann t.d. gerast við kunning á heimasíðuni hjá myndugleikanum ella við at myndugleikin ger kunningarfaldarar, sum eru alment atkomuligt.
Myndugleikin eigur at tryggja sær, at tær upplýsingar, ið eru atkomuligir á heimasíðu og í faldaranum eru rættar, greiðar, lættskiljandi og dagførdar.
Kunningarskyldan kann eisini verða ásett í serlóggávum. Almannaverkið hevur sambært kunngerð nr. 38 frá 22. mars 1993 um ráðgevingar- og vegleiðingarskyldu, skyldu til at kunna almenningin um teirra rættindi sambært almannalóggávuni. Kunngerðin ásetur, at hetta kann gerast í skapi av leiðbeiningum, lýsingum í dagbløðum, tíðindaskrivum, smáritum, bóklingum v.m. Kunningartilfar til ávísar bólkar av borgarum sum t.d. avlami – og fólkapensjonistum v.m. skal verða tillagað eftir tørvinum hjá teimum ymisku bólkunum, og Almannaverkið skal ansa eftir, at kunningartilfarið er til taks á almennum støðum, so sum bókasøvnum, kommunulæknum, sjúkrahúsum, arbeiðsloysistrygging- og ávísing o.l.
Í Danmark er almenna kunningarskyldan ásett í nýggju offentlighedslógini § 17. Áður fylgdi almenna kunningarskyldan eins og í Føroyum av góðan fyrisitingarsiði og ásetingum í serlóggávu.
Senda víðari til rætta myndugleika
Sambært § 7, stk. 2 í fyrisitingarlógini skal ein myndugleiki sum fær eina skrivliga áheitan, sum ikki viðvíkur málsøkinum hjá honum, um gjørligt senda áheitanina til rætta myndugleika. Vendir ein borgari seg persónliga ella umvegis telefon til skeivan myndugleika, skal myndugleikin vegleiða borgaran um, hvønn myndugleika hann skal venda seg til. Er talan um umsóknir ella kærufreistir v.m., verður móttøkan av skrivi og skjølum roknað sum innkomin, tá tann skeivi myndugleikin móttók skjølini.
Skyldan at senda málið víðari er bert galdandi, um hetta er gjørligt. Er áheitanin so ógreið, at tað ikki við rímiligari vissu kann sigast, hvør er rætti myndugleiki at viðgera áheitanina, hevur ein myndugleiki ikki skyldu at senda málið til annan myndugleika.
Tað kunnu eisini verða serligar umstøður í málinum sum gera, at myndugleikin ikki sendur tað víðari. Hetta er greitt, um borgarin ikki ynskir hetta, tí talan er um sera privat viðurskifti, sum t.d. revsiverd viðurskifti ella álvarsama sjúku. Myndugleikin skal í slíkum førum vegleiða borgaran um, hvønn myndugleika hann eigur at venda sær til.
Kæruvegleiðing
Sambært § 24 í fyrisitingarlógini skula avgerðir, sum kunnu kærast til annan fyrisitingarmyndugleika, tá tær verða fráboðaðar skrivliga, hava vegleiðing um kærumøguleika, við tilskilan av kærustovni og upplýsing um mannagongd, tá kært verður og um eina møguliga tíðarfreist. Hetta er tó ikki galdandi um so er, at avgerðin til fulnar gongur viðkomandi á møti. Er noktandi avgerðin fráboðað munnliga, er vanliga vegleiðingarskyldan í § 7 stk. 1 galdandi og sambært góðum fyrisitingarsiði skal myndugleikin eisini geva kæruvegleiðing, um ein noktandi avgerð verður fráboðað munnliga. Er avgerð og kæruvegleiðing givin munnliga, eigur myndugleikin at gera notat um avgerð og vegleiðing, so hesi viðurskifti eru skjalfest.
Umboðsmaðurin viðgjørdi hesi viðurskifti í grein í ársfrágreiðingini fyri 2015 og í LUM 1400007. Málið snúði seg um, at Landssjúkrahúsið boðaði avgerðir um fylgjara í samband við viðgerð uttanlands, munnliga. Umboðsmaðurin hevði ta fatan, at ein sjúklingur, sum fær noktað fylgjara, eigur at fáa avgerðina fráboðaða skrivliga saman við eini grundgeving. Umboðsmaðurin vísti annars á, at tá tílíkar avgerðir verða fráboðaðar munnliga, er notatskyldan og vegleiðingarskyldan um kæruvegleiðing galdandi.
Vegleiðing um freistir fyri rættarførslu v.m.
Sambært § 25 í fyrisitingarlógini skulu avgerðir, sum bert kunnu leggjast fyri dómstólarnar innanfyri eina lógarásetta freist fyri, nær málið skal vera lagt fyri rættin, hava upplýsing um hetta.
Myndugleikin skal ikki bara vísa á møguleikan og freistina fyri at leggja málið fyri rættin, men eisini vísa á, hvønn rætt málið skal leggjast fyri, við adressu og við ávísing um, hvønn málið skal reisast ímóti. Eisini eigur myndugleikin at vísa borgaranum á, at hann kann venda sær til viðkomandi rætt fyri at fáa neyvari vegleiðing um t.d., møguleikarnar fyri rættarhjálp og fríari rættarførslu.
Tað er vanliga ikki ein lógarskylda hjá myndugleikunum at upplýsa borgarar um møguleikan at klaga til Løgtingsins umboðsmann ella til annan eftirlitsmyndugleika sum t.d. kommunala eftirlitið. Hetta er eisini galdandi, hóast freistir kunnu vera tengdar at hesum klagumøguleikum.
Tað fylgir tó av vanligu vegleiðingarskylduni og góðum fyrisitingarsiði, at tá tað má metast at vera tørvur á tí, eigur myndugleikin at upplýsa borgarar um møguleikan at venda sær til ein eftirlitsmyndugleika sum t.d. kommunala eftirlitið ella Løgtingsins umboðsmann. Hetta vil vanliga vera í førum, har tað ikki er nakar fyrisitingarligur kærumøguleiki ella um borgarin spyr, hvørjir klagumøguleikar eru.
Fylgjur av vantandi ella ikki nøktandi vegleiðing
Vantandi ella ikki nøktandi vegleiðing vil sum oftast ikki vera avgerandi fyri, um avgerðin er galdandi ella ikki. Men hevur vegleiðingin verið ófullfíggjað ella beinleiðis skeiv, kann hetta eftir ítøkiligari meting av umstøðunum í málinum, gera, at myndugleikin skal rætta feilin og stilla borgaran, sum um røtt vegleiðing varð givin og borgarin hevði virkað eftir hesum.
Vantandi vegleiðing um freistir fær vanliga ta fylgju, at freistin verður útsett.
Um myndugleikin als ikki hevur givið vegleiðing ella ikki hevur givið nøktandi vegleiðing og hetta hevur viðført tap av rættindum hjá einum borgara, kann tað eftir ítøkiligari meting av umstøðunum í málinum føra til endurgjaldskrav.