2012

Grein: Innlit í fyrisitingina

Tann 1. januar 1994 kom innlitslógin í gildi (løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. mai 2001). Endamálið við lógini var at styrkja um gjøgnumskygni og opinleika hjá myndugleikum, sum viðgera og taka avgerðir, sum ávirka fólk, feløg og samfelagið sum heild.

Innlitslógin skal tryggja borgarum og fjølmiðlum møguleika at fylgja við í, hvat hendir í almennu umsitingini, viðvirka til at skapa áhuga fyri almennum viðurskiftum, og opinleikin skal vera við til at økja álitið á almennu umsitingina.

Lógin hevur serligan týdning fyri fjølmiðlarnar, tí hon gevur teimum møguleika at fylgja við í og halda eyga við, at alt fer rætt fram. Harumframt gevur hon fjølmiðlunum møguleika at viðgera og kunna fólk á røttum faktiskum grundarlagi.

Lógin er ein minimumslóg og viðger bert, nær ein myndugleiki hevur skyldu til at geva innlit. Lógin forðar ikki myndugleikunum í at geva ein borgara ella fjølmiðli meirinnlit.

Innlitslógin er eitt ískoyti til reglurnar um partsinnlit, sum eru ásettar í fyrisitingarlógini. Reglurnar um partsinnlit geva tí einstaka rætt til meira innlit enn innlitslógin, men innlitslógin gevur samstundis einum parti í einum máli møguleika at biðja um innlit í onnur mál, sum líkjast eins egna og harvið møguleika fyri at kanna siðvenjuna hjá einum myndugleika í ávísum málum.

Hvørjir myndugleikar eru fevndir av innlitslógini
Innlitslógin fevnir einans um stovnar undir heimastýrinum.

Sambært § 1, stk. 1 er innlitslógin galdandi fyri alt virksemi hjá almennu fyrisitingini. Innlitslógin fevnir um allar myndugleikar, bæði kommunalar, interkommunalar og landsmyndugleikar. Eisini eru nevndir og arbeiðsbólkar, hvørs virksemi einans er ráðgevandi ella fyribils, eisini fevnir av innlitslógini.

Umboðsmaðurin hevur í áliti, dagfest 15. november 2001 (j. nr. 200100022), í niðurstøðu sínari staðfest, at Kringvarp Føroya (tá SVF og ÚF), tó ikki programvirksemi og handilsligu viðurskiftini,  skulu roknast við til almennu fyrisitingina sambært fyrisitingarlógini og innlitslógini.

Innlitslógin er ikki galdandi fyri Løgtingið og stovnar við tilknýti til Løgtingið. Eitt nú er virksemið hjá løgtingsskrivstovuni, umboðsmanninum og landsgrannskoðanini ikki fevnt av innlitslógini.

Stovnar, feløg, grunnar og líknandi, ið eru skipað á privatrættligum grundarlagi, eru sum høvuðsregla ikki fevnd av innlitslógini. Hetta er galdandi, hóast virksemið hjá teimum kann síðustillast við tað virksemi, sum fyrisitingarmyndugleikar vanliga hava. Tó kunnu hesir stovnar v.m. eftir eini ítøkiligari metan koma undir innlitslógina, um teir eru undirlagdir gjøllari almennari skipan, umsjón ella eftiransan. Umboðsmaðurin hevur í áliti, dagfest 29. juni 2004 (j. nr. 200400023), í niðurstøðu sínari staðfest, at hóast Føroya Barnaheim var ein sjálvsognarstovnur, var stovnurin eftir eini ítøkiligari metan at meta sum ein fyrisitingarmyndugleiki, ið er fevndur av fyrisitingarlógini og innlitslógini.

Partafeløg og íognarfeløg, sum tað almenna er partaeigari ella íognari í, koma ikki undir innlitslógina.

Viðgerð av innlitsáheitanum
Tey tíggju árini, sum umboðsmannsstovnurin hevur virkað, hava borgarar og fjølmiðlar klagað til umboðsmannin, tá ið tey hava mett, at tey ikki hava fingið nøktandi viðgerð av innlitsáheitanum. Umboðsmaðurin hevur í hesum tíðarskeiði skrivað 30 álit um millum annað handfaringina, herundir viðgerðartíðina hjá myndugleikum av innlitsumbønum, grundarlagi hjá myndugleikum fyri at nokta innlit, herundir meirinnlit í innanhýsis skjøl og ymisk onnur viðuskifti í sambandi við innlit í fyrisitingina.

Við heimild í innlitslógini kann ein og hvør, eisini í førum har tey ikki eru partur av einum máli, krevja at fáa høvi at gera seg kunnugan við skjøl, sum ein myndugleiki hevur móttikið ella gjørt sum liður í fyrisitingarligari málsviðgerð í sambandi við virksemi hjá myndugleikanum.

Lógin um innlit viðger spurningin um, í hvønn mun myndugleikar hava skyldu til at lata almenningin fáa skjalainnlit. Lógin forðar ikki fyri, at myndugleikin, eftir egnari meting, loyvir meirinnliti, tað vil siga gevur meira innlit, enn lógin setir sum krav, um so er, at annað ikki fylgir av reglunum um tagnarskyldu.

Ásetingarnar í §§ 4 og 5 í innlitslógini skila til høvuðsregluna um víddina á skjalainnlitinum. Møguleikarnir fyri skjalainnliti eru tó avmarkaðir við ásetingunum í §§ 7 til 14. Ásetingarnar í §§ 7 til 11 lýsa, í hvørjum førum eitt skjal kann verða undantikið frá skjalainnliti, meðan ásetingin í § 12 vísir, nær ávísar upplýsingar kunnu verða undantiknar. Ásetingin í § 13 fevnur um bæði skjøl og upplýsingar.

Áheitan um innlit í fyrisitingina skal sambært § 4, stk. 3 í innlitslógini skila til tey skjøl ella tað mál, sum viðkomandi ynskir at gera seg kunnugan við. Tað, sum liggur í hesum kravi er, at viðkomandi skal vísa til skjølini/málið á ein slíkan hátt, at tað út frá hesum gerst møguligt hjá myndugleikanum at finna fram til skjølini/málið.

Til tíðir hava myndugleikar víst á, at innlitsáheitanir hava verið ov ógreitt orðaðar, og við tí grundgeving hevur myndugleikin noktað innlit. Umboðsmaðurin hevur havt mál til viðgerðar, sum hava verið um henda spurning. Í áliti, dagfest 7. juni 2010 (j. nr. 201000006), hevur umboðsmaðurin í niðurstøðu sínari víst á, at áheitanin um innlit var orðað á ein slíkan hátt, at eingin ivi var um, hvat innlitsumbønin fevndi um.

Umboðsmaðurin vísir eisini á, at um so var, at myndugleikin ivaðist í, hvat tað var, sum innlit ynsktist í, hevði myndugleikin sambært vegleiðingarskylduni í § 7 í fyrisitingarlógini skyldu til at venda sær til umsøkjaran fyri at biðja hann útgreina innlitsumbønina. Í áliti, dagfest 3. november 2006 (j. nr. 200600063), viðgjørdi umboðsmaðurin í niðurstøðu sínari spurningin um ein innlitsáheitan í síni heild var nóg neyvt orðað. Hóast innlitsumbønin í síni heild ikki var nóg neyvt orðað, metti umboðsmaðurin, at eingin ivi kundi vera um, at partar av innlitsumbønini vóru nóg greitt lýstir til at viðgera áheitanina um innlit.

Skjøl, sum eru fevnd av innlitslógini
Útgangsstøðið sambært innlitslógini er, at rætturin til innlit fevnir um øll skjøl, og at tað krevst ein lógarheimild fyri at nokta innlit.

Skjalahugtakið í innlitslógini fevnir umframt um skrivligt tilfar eisini um tekningar, kort, myndir og líknandi. Eisini fevnir hugtakið um annað tilfar, ið kemur í staðin fyri skrivligt tilfar, so sum, ljóðfílar, filmar, sjónbandaupptøkur og líknandi.

Ikki alt tilfar av omanfyrinevnda slagi, sum verður gjørt av ella kemur til ein myndugleika, kemur undir innlitslógina. Avgerandi treytin fyri at siga, at tilfarið verður fevnt av hugtakinum, er um tilfarið verður fingið til vega og goymt hjá myndugleikanum sum liður í fyrisitingarligari málsviðgerð. Umboðsmaðurin hevur í áliti, dagfest 2. juni 2010 (j.nr. 201000003), í niðurstøðu sínari viðgjørt spurningin um skjalahugtakið og vísti á, at skjalahugtakið skal tulkast vítt. Spurningurin í tí málinum var, um fráboðaninar, sum MRCC móttók frá Atlantic Airways og noteraðu í teldutøku dagbók stovnsins, vóru at meta sum partur av einari elektroniskari skrá/skráseting sambært § 5, stk. 2 í innlitslógini, ella um fráboðanirnar vóru elektronisk skjøl, ið vóru fevnd av rættinum til innlit. 

Tað eru ikki einans skjøl í einum máli, har myndugleikarnir skulu taka ítøkiligar avgerðir, sum eru fevnd av innlitslógini. Rætturin til skjalainnlit fevnir um skjøl, sum eru til viðgerðar ella hava fingið eina fyrisitingarliga málsviðgerð, herundir eisini skjøl, sum eru í gerð av myndugleikum og í málum um annað alment virksemi, sum til dømis ferðsla, undirvísing, røkt, heilsuverk og bygging.

Lógin er galdandi fyri mál um starvsfólk hjá tí almenna, og sum dømi kunnu nevnast uppsagarmál. Umboðsmaðurin hevur í áliti, dagfest 18. februar 2009 (j. nr. 200800100), í niðurstøðu sínari viðgjørt spurningin um innlit í einum starvsfólkamáli. Myndugleikin sýtti innlitsumbønini í hesum máli og vísti til, at rætturin til alment innlit fevnir ikki um starvssetanarmál og mál um flytan í hægri starv, jbr. § 2, stk. 1 í innlitslógini.

Umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at talan hvørki var um starvssetan ella um flytan í hægri starv. Talan var tí um skeiva grundgeving frá myndugleikanum um at sýta innlit. Umboðsmaðurin vísti á, at innlitsáheitanin skulu viðgerast eftir vanligu reglunum í innlitslógini og, at myndugleikin í einum tílíkum máli hevði skyldu til at meta um, hvørt upplýsingar ella skjøl í starvsfólkamálum kundu undantakast almennum innliti.

Umboðsmaðurin hevur í einum øðrum innlitsmáli, í áliti, dagfest 22. juni 2007 (j. nr. 200700024), um uppsøgn av einum starvsfólki, í niðurstøðu sínari víst á, at umboðsmaðurin ikki dugdi at síggja, at innihaldið í uppsagnarskrivinum kundi grundgeva fyri at undantaka skjalið við heimild í § 12, stk. 1. Hinvegin kunnu grundgevingarnar fyri einari uppsøgn vera undantiknar innliti, í tann mun tær avdúka nakað, sum hoyrir privatlívinum til.

Mál um lóggávu, herundir eisini játtanarlógir, eru bert fevnd av innlitslógini, tá ið tey eru framløgd í Løgtinginum. Sama er galdandi fyri tey skjøl, sum eru partur av lóggávuarbeiðinum hjá myndugleikum. Umboðsmaðurin hevur í áliti, dagfest 4. februar 2009 (j. nr. 200800057), í niðurstøðu sínari viðgjørt spurningin um innlit í lóggávumál, har lógaruppskotið varð sent Løgtinginum, men varð ikki framlagt. Umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at tá ið talan var um eitt lógarmál, sum ikki var framlagt í Løgtinginum, var málið ikki fevnt av innlitslógini.

Undantøk frá rættinum til skjalainnlit og ekstraheringsskyldan
Sambært § 7 í innlitslógini, fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um innanhýsis arbeiðsskjøl. Innanhýsis arbeiðsskjøl eru skjøl, sum verða gjørd av einum myndugleika til egna nýtslu,  brævaskifti millum ymiskar deildir innan fyri sama myndugleika og brævaskifti millum eitt bý- ella bygdaráð og tess nevndir, deildir og aðrar stovnar ella millum hesar stovnar sínámillum.

Tá ið skjøl eru fevd av undantakinum til skjalainnlit sambært § 7, skal myndugleikin meta um, hvørt ávís av hesum skjølum kortini eru fevnd av rættinum til innlit sambært § 8, ella um tey innihalda upplýsingar, ið innlit eigur at verða givið í sambært § 11 í innlitslógini. Umboðsmaðurin hevur í áliti, dagfest 17. desember 2008 (j. nr. 200800064), og í áliti, dagfest 21. desember 2011 (201000094), í niðurstøðum sínum viðgjørt spurningin um innanhýsis arbeiðsskjøl.

Sambært § 12 í innlitslógini, fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um upplýsingar um privat, herundir fíggjarligu, viðurskiftini hjá einstaklingum, tøkniligar útbúningar ella mannagongdir, ella um rakstrar- ella vinnuviðurskifti ella líknandi um so er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri tann persónin ella virkið, sum upplýsingin viðvíkir, at áheitanin ikki verður gingin á møti. Tó soleiðis, at um bert ein partur av skjalinum kemur undir undantøkini, skal myndugleikin kunna um tann partin av innihaldinum í skjalinum, sum fellur uttanfyri undantøkini.

Umboðsmaðurin hevur í áliti, dagfest 24. oktober 2007 (j. nr. 200700050), í niðurstøðu sínari viðgjørt eina klagu um, at myndugleikin hóast mótmæli frá klagaranum, hevði givið innlit í eitt mál.

Umboðsmaðurin vísti í niðurstøðu sínari á, at ein treyt fyri at afturhalda upplýsingar sambært § 12, stk. 1, nr. 2 er, at tað hevur stóran fíggjarligan týdning fyri virkið, sum upplýsingin viðvíkur, at innlit ikki verður givið. Undantaksreglan kann bert nýtast, um tað sambært einari ítøkiligari meting má haldast at vera ein nærliggjandi vandi fyri einum munandi fíggjarligum tapi hjá umrødda virki, um innlit verður givið.

Reglan er serliga ætlað at verja vinnuloynidómar, har innlit vil kunna skaða kappingarførið hjá  viðkomandi. Um myndugleikin, sum hevur fingið eina innlitsumbøn, er í iva um, hvørt innlit eigur at verða givið ella noktað sambært hesari reglu, kann myndugleikin leggja spurningin fyri tann, sum upplýsingarnar viðvíkja, til ummælis. Myndugleikin hevur skyldu til at gera ein ítøkiliga meting av upplýsingunum og taka hædd fyri viðmerkingunum. Tað er tó altíð myndugleikin, sum ger metingina og tekur avgerð um innlitsspurningin.

Sambært § 13 kann rætturin til skjalainnlit verða avmarkað í tann mun, tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni viðvíkjandi nøkrum ávísum almennum ella privatum áhugamálum. Talan kann til dømis vera um fyrilit fyri trygd ella vernd ríkisins,  uttanríkispolitisk ella uttanríkisfíggjarlig áhugamál, fyribyrging, avdúkan og søkjan at lógarbrotum, revsingarfulgerð og líknandi, fremjing av almennum eftirliti og ráðleggingarvirksemi, herundir eisini fíggjarlig áhugamál hjá tí almenna.  

Eisini onnur privat og almenn áhugamál enn tey, sum eru nevnd í ásetingini, kunnu, eftir eini ítøkiligari metan, grunda undantøku frá vanligu høvuðsregluni um innlit. Kemur bert ein partur av einum skjali undir undantaksreglurnar, skal tann, sum hevur biðið um innlit, verða kunnaður við restina av skjalinum.

Umboðsmaðurin hevur í áliti, dagfest 22. juni 2006 (j. nr. 200600017), viðgjørt spurningin um, hvørt ein myndugleiki, sum málið var upplýst, kundi nokta innlit við heimild í § 13, stk. 1, nr. 3. Umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at myndugleikin ikki við heimild í § 13 kundi sýta innlitsumbønini.

Um so er, at myndugleikin hevur grundaðan iva, um ein áheitan um innlit eigur at verða noktað vísandi til undantøkini, kann mynduleikin biðja um ummæli frá teimum, hvørs áhugamál kunnu vera til hindurs fyri, at áheitanin um innlit verður gingin á møti.

Samanumtikið
Í tíðarskeiðinum 2001 til 2011 eru 129 klagur um innlit komnar til umboðsmannin. Av hesum hava 80 klagur snúð seg um avgerðir hjá myndugleikum og 49 um málsviðgerð hjá myndugleikum. Í hesum tíðarskeiði hevur umboðsmaðurin skrivað 30 álit, sum eru um innlitslógina.

Av innkomnum klagum sæst, at tað í stóran mun eru fjølmiðlanir, sum klaga. Tað, sum fjølmiðlanir klaga um, eru sum oftast innlitsáheitanir í mál hjá fyrisitingini, sum eru tíðaraktuel, og sum hava ein almennan áhuga.

Sum nevnt í innganginum, er innlitslógin eitt ískoyti til reglurnar um partsinnlit, sum eru ásettar í fyrisitingarlógini. Klagur frá borgarum hava tí í mestan mun snúð seg innlit í mál, sum borgarin hevur ein persónligan áhuga í, herundir mál, sum líkjast eins egna, soleiðis at borgarin fær møguleika fyri at kanna siðvenjuna hjá einum myndugleika í ávísum málum.

Av hagtølum, sum framganga av ársfrágreiðingum hjá umboðsmanninum, hevur tendensurin av innkomnum klagum um innlit verið vaksandi, tó at talan er um smá tøl. Tað er tí ringt at meta um gongdina, herundir um myndugleikarnir eru vorðnir meira kringir í at nýta lógina og veita innlit.

Tak niður sum pdf