Ársfrágreiðingin fyri 2020 er í dag handað Løgtinginum saman við einum greinasavni, sum starvsfólk hjá umboðsmanninum hava skrivað.
Í greinasavninum verða ymisk evni viðgjørd innan fyri arbeiðsøkið hjá stovninum, sum kunnu verða ein vegleiðing hjá teimum, sum arbeiða í almennari fyrisiting.
Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 109 klagur. Av hesum 109 klagunum vóru 96 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Harumframt vórðu avgreiddar 12 klagur frá undanfarnu árum. Umframt tær ítøkiligu klagur, sum umboðsmaðurin fekk í 2020, tók umboðsmaðurin átta mál upp av egnum ávum. Av hesum slagi av málum vórðu fimm endaliga avgreidd við árslok, umframt varð eitt mál avgreitt frá undanfarna ári.
Av avgreiddu klagunum, endaðu 22 við áliti, 73 klagur endaðu við einari aðrari viðgerð enn áliti, meðan 13 klagur vórðu avvístar.
Tann 1. mai í ár eru 20 ár liðin síðani Løgtingsins umboðsmaður byrjaði sítt virksemi. Umboðsmaðurin hevur øll árini gjørt eina ársfrágreiðing, har greitt hevur verið frá gongdini í undanfarna ári.
Hetta er 15. ferð, eg lati frá mær ársfrágreiðing, og hetta er samstundis mín seinasta ársfrágreiðing, tí tann 1. apríl 2021 tók Hanna Vang við sum umboðsmaður. Hesi 15 árini hava verið avbjóðandi og áhugaverd, og eg fegnist um, at stór framstig eru hend í almennu fyrisitingini, sum betra um rættartrygdina hjá tí einstaka borgaranum.
Frágreiðingin og greinasavnið verða latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo.
Tórshavn, tann 28. apríl 2021
Sólja í Ólavsstovu