23.02.2022

Álit viðvíkjandi sýtan av innliti í skjal við talupunktum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um sýtan av innliti í eitt skjal við talupunktum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Klagarin førdi fram, at Fiskimálaráðið átti at givið meirinnlit í skjalið, tí talan var um eitt meira enn 10 ára gamalt skjal, og atlit tí ikki longur var fyri at geva fyrisitingini frið at fyrireika málið.

Fiskimálaráðið vísti á, at talan var um eitt innanhýsis skjal, sum var undantikið innliti, sbrt. § 7 í innlitslógini. Skjalið var gjørt til egna nýtslu, landsstýrismaðurin hevði havt tað við sær til eitt samráð í Vinnunevndini í Løgtinginum, og tað varð ikki latið øðrum. Fiskimálaráðið metti ikki, at skjalið var fevnt av § 8 í innlitslógini, sum veitir innlit í ávís innanhýsis skjøl.

Fiskimálaráðið metti, at innlit heldur ikki skuldi gevast í upplýsingar í skjalinum sbrt. 11, stk. 1 í innlitslógini, sokallað ekstrahering, tí skjalið hevði ikki veruligar upplýsingar av stórum týdningi fyri málið. Viðvíkjandi meirinnliti, sbrt. § 4, stk. 1 í innlitslógini, hevði ráðið vigað fyrilitið fyri at fyrisitingin kann arbeiða í frið hægri enn áhugan hjá klagaranum at fáa innlit í skjalið. Ráðið helt tað ikki hava týdning, at 10 ár vóru farin, síðani skjalið varð framleitt. Harumframt var tað óvist, í hvønn mun landsstýrismaðurin hevði brúkt talupunktini undir samráðnum í Vinnunevndini.

Umboðsmaðurin var samdur við Fiskimálaráðið í, at talan var um eitt innanhýsis skjal, og at innlit ikki var í skjalið, hvørki eftir § 7 ella § 8 í innlitslógini.

Umboðsmaðurin minti á, at skyldan at lata innlit í veruligar upplýsingar í skjalinum av stórum týdningi fyri málið, sbrt. § 11, stk. 1 í innlitslógini, eisini fevnir um sokallað “funktiónsfakta”. Hetta eru upplýsingar, sum eru er við til at styðja próvliga grundarlagið í málinum ella annars hava til endamáls at skapa greidleika viðvíkjandi veruligu umstøðunum í málinum.

Umboðsmaðurin helt, at stórur partur av skjalinum vóru upplýsingar, sum skylda ikki var at ekstrahera, sbrt. § 11, stk. 1 í innlitslógini. Tó kundu nøkur av talupunktunum metast at innihalda veruligar upplýsingar og sokallað “funktiónsfakta”. Umboðsmaðurin tók ikki støðu til, um upplýsingarnar vóru av stórum týdningi fyri málið, ella um upplýsingarnar, í tann mun skylda var at lata innlit í tær, kundu undantakast eftir øðrum ásetingum í innlitslógini.

Umboðsmaðurin helt tað ikki vera avgerandi fyri skylduna at lata innlit í upplýsingar í skjalinum, í hvønn mun landsstýrismaðurin hevði brúkt talupunktini í skjalinum undir samráðnum í Vinnunevndini. Tað, sum var avgerandi, var eyðkennið á teimum einstøku upplýsingunum, og hvørjum samanhangi tær vóru partur av.

Umboðsmaðurin minti á, at hóast atlit kann takast at arbeiðsfriðinum hjá fyrisitingini, tá mett verður, um meirinnlit skal latast, so eigur fyrisitingin hinvegin at hava í huga, at endamálið við almennum innliti er at tryggja gjøgnumskygni í fyrisitingini. Borgarar og miðlar eiga í mest møguligan mun at kunna fylgja við og hava eftirlit við, at alt fer rætt fram, tá fyrisitingin útinnir arbeiði sítt.

Av tí at kanningarstjóri væntandi varð settur í næstum at kanna lógargrundarlagið, lógar- og reglutulkingar og fyrisitingarligar avgerðir í føroyskari fiskvinnufyrisiting viðvíkjandi tilluting og útluting av fiskirættindum síðani 2010, var skjalið við talupunktunum hjá landsstýrismanninum møguliga fevnt av § 13, stk. 1, nr. 6 í innlitslógini og undantikið innliti í síni heild. Umboðsmaðurin helt, at ein komandi kanningarstjóri kundi mett um hetta. Umboðsmaðurin gjørdi tí ikki meira við málið (LUM 22/00137).

​Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum til høgru.