03.03.2022

Skriv um tvey setanarmál og eitt uppsagnarmál hjá Vágs kommunu

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um ávís viðurskifti í sambandi við tvey setanarmál og eitt uppsagnarmál hjá Vágs kommunu.

Eftir at hava kannað upplýsingarnar, hevði umboðsmaðurin samanumtikið ikki grundarlag fyri at finnast at avgerðargrundarlagnum hjá Vágs kommunu.

Umboðsmaðurin helt tað tó ikki vera nøktandi, at Vágs kommuna í sambandi við málsviðgerðina av tí eina setanarmálinum hevði nýtt gamlar upplýsingar uttan at tryggjað sær, at upplýsingarnar framvegis vóru eftirfarandi. 

Av tí at hetta setanarmálið ikki enn var avgreitt, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við hendan spurningin. Umboðsmaðurin bað í sama viðfangi Vágs kommunu um at kunna seg um, nær setanarmálið fór at verða avgreitt (LUM 21/16374).