25.11.2021

Álit um noktandi svar frá Fiskimálaráðnum um innlit í tilmæli frá fyrisitingini viðv. útlutan av kvotum

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá tíðindafólki hjá Kringvarpi Føroya, um at Fiskimálaráðið noktaði innlit í tilmælið hjá umsitingini í Fiskimálaráðnum, í sambandi við útlutanina av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir, herundir “ítøkiligt skipakeyp”.

Fiskimálaráðið noktaði innlit vísandi til, at tilmælið var eitt innanhýsis arbeiðsskjal, sum var undantikið rættinum til innlit sambært § 7, nr. 1 í lógini um innlit í fyrisitingina. Fiskimálaráðið kunnaði klagarin um, at ráðið var til reiðar at hyggja skjølini ígjøgnum aftur fyri upplýsingar, sum møguliga kundu latast, men at innlit tó ikki varð latið í teir partar av skjølunum, sum vóru metingar, gjørdar í málinum.

Fiskimálaráðið greiddi umboðsmanninum frá, at áhugin hjá KVF serliga snúði seg um innanhýsis metingarnar hjá fyrisitingini. Fiskimálaráðið vigaði fyrilitið til, at fyrisitingin kann arbeiða órógva, tyngri enn áhugan hjá KVF at kunna seg og almenningin um metingarnar hjá Fiskimálaráðnum í hesum ítøkiligu málum.

Fiskimálaráðið vísti á, at málini um at luta út kvotur vóru væl gjøgnumarbeidd, og at partarnir høvdu fingið avgerðir við nágreiniligum grundgevingum. KVF hevði fingið innlit í allar hesar avgerðir og í umsóknir í teimum málum, sum biðið var um. Harumframt vóru tvey mál avgreidd um uppafturtøku, har grundgevingar vóru útgreinaðar. Innlit var latið KVF í hesi mál. Fiskimálaráðið var harumframt til reiðar at geva innlit í teir partar av innanhýsis skjølunum, sum meirinnlit kundi latast í, so sum lýsingar av lógargrundarlagnum og yvirskipaðar metingar.

Umboðsmaðurin var samdur við metingini hjá Fiskimálaráðnum í, at tilmælið hjá umsitingini í Fiskimálaráðnum var eitt innanhýsis arbeiðsskjal gjørt av myndugleikanum til egna nýtslu, ið sum útgangsstøði ikki var fevnt av rættinum til innlit, sambært § 7, stk. 1, nr. 1 í lógini um innlit í fyrisitingina.

Umboðsmaðurin vísti tó á, Fiskimálaráðið eftir § 11 í lógini um innlit í fyrisitingina í útgangsstøðinum átti at mett um og latið innlit í møguligar upplýsingar í tilmælinum frá umsitingini um veruligar umstøður av stórum týdningi fyri málið, samsvarandi § 11, uttan at biðja klagarin venda sær aftur til ráðið.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at í løtuni talaði tó mest fyri, at tilmælið frá umsitingini í Fiskimálaráðnum í síni heild var undantikið almennum innliti í løtuni sambært § 13, stk. nr. 6 í lógini um innlit í fyrisitingina, tí tað hevði verið alment frammi, at ein áheitan frá 15 tingfólkum var latin løgtingsformanninum um at seta kanningarstjóra, eftir § 38, stk. 2, í stýrisskipan Føroya, til millum annað at kanna fyrisitingarligar avgerðir um ítøkiligar útlutingar av fiskirættindum frá 2018 til og við 2021.

Samanumtikið hevði umboðsmaðurin ongar viðmerkingar til avgerðina hjá Fiskimálaráðnum um at nokta innlit í tilmælið og gjørdi ikki meira við málið (LUM 21/21425).

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.