Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpi Føroya um vantandi innlit og grundgeving í málið um lønarbrøkin hjá manningini umborð á Teistanum.
Umboðsmaðurin gav Strandfaraskip Landsins eina átalu fyri ikki at grundgeva og svara rættstundis. Samstundis mælti umboðsmaðurin til, at Strandfaraskip Landsins skipaði skjalaskrásetingina betri (LUM 20/00079).
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.