13.10.2021

Álit viðvíkjandi klagu um setanartilgongdina av stjóra til Tjóðpall Føroya

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um viðgerðina hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum av eini klagu um setanartilgongdina av stjóra til Tjóðpall Føroya.

Klagan snúði seg um, hvussu Leiklistaráðið var mannað undir tilgongdini at seta stjóra til Tjóðpall Føroya, og at avgjørt var at seta sama stjóra fyri 4. ferð.

Klagarin vísti á, at í eitt heilt ár var Leiklistaráðið undirmannað, tí einki starvsfólkaumboð varð valt ístaðin fyri umboð, sum tók seg úr ráðnum. Tá so nýtt starvsfólkaumboð varð valt, var tað ikki við til sjálva setanina vegna ógegni. Uttanríkis- og mentamálaráðið vísti á, at Leiklistaráðið var viðtøkuført, tá tað tók avgerð í málinum, men at tað varð óheppið, at Leiklistaráðið ikki hevði verið fullmannað undir allari setanartilgongdini. Uttanríkis- og mentamálaráðið metti tó, at hetta ikki hevði havt týdningin fyri avgerðina um at seta stjóra í hesum føri.

Umboðsmaðurin hevði onga viðmerking til hesa metanina og segði seg ikki hava grundarlag fyri at halda, at setanartilgongdin hevði verið avgerandi øðrvísi, um starvsfólkaumboð hevði verið við undir allari tilgongdini, ella at avgerðin um stjórasetanina hevði fingið annað innihald. Umboðsmaðurin mælti tó Uttanríkis – og mentamálaráðnum til at skipa greiðari mannagongd fyri, hvussu farast skal fram, tá limur tekur seg úr Leiklistaráðnum, og at gera reglur, sum skulu tryggja, at alt virksemi hjá Leiklistaráðnum verður framt við atliti at meginregluni um armslongd.

Víðvíkjandi spurninginum um at seta sama stjóra fyri 4. ferð, vísti klagarin á, at orsøkin til áramálssetan er vanliga eitt ynski um at tryggja listarliga endurnýggjan, listarliga menning og kreativa frælsið. Tí helt klagarin at verandi praksis, við at seta sama stjóra fleiri ferðir, ikki var í samsvari við endamálið at hava áramálssettan stjóra í einum listarligum leiðarastarvi. Uttanríkis- og mentamálaráðið vísti á, at lógarásetingin um áramálssetan ikki kann lesast sum, at stjórin ikki kann verða settur aftur. Skipanin kann eisini grundgevast øvugt soleiðis, at stjórin skal eftirmetast á fimta hvørjum ári, um viðkomandi søkir aftur. Tá hava aðrir umsøkjarar møguleikan at søkja starvið, og Leiklistaráðið metir síðani út frá øllum umsøkjarum, hvør er tann best skikkaði til starvið. Uttanríkis- og mentamálaráðið vísti á, at lýsingin eftir stjóra ásetti viðkomandi krøv til førleikar og royndir hjá umsøkjarum. Setanarbólkurin gjørdi eina samanberandi talvu yvir allar umsøkjararnar, har til bar at samanbera førleikar, royndir og fatan av starvinum. Metingin av umsøkjarunum bygdi á tey formligu krøv, sum víst varð til í starvslýsingini. Í tilgongdini vórðu metingar gjørdar av øllum umsøkjarunum. Út frá eini endaligari samanberandi meting avgjørdi Leiklistaráðið at seta tann umsøkjaran í starvið, sum tað metti vera best skikkaðan at leiða stovnin komandi fimm árini. Við grundarlagi í gjøgnumgongd av øllum skjølum í málinum metti Uttanríkis- og mentamálaráðið, at tilgongdin hjá Leiklistaráðnum, at seta stjóra fyri Tjóðpall Føroya, var saklig.

Hesum var umboðsmaðurin samdur í. Umboðsmaðurin viðmerkti, at út frá lógartekstinum og viðmerkingunum til lógina er ikki grundarlag fyri at siga, at áramálssetanin í hesum føri merkir, at tað er forboð fyri at seta sama stjóra aftur. Um hetta var ætlanin við áramálssetanini, skuldi hetta verið ásett í lógartekstinum og/ella komið greitt fram í viðmerkingunum (LUM 21/10854).

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.