Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Fuglafjarðar kommuna ikki framdi eftirlit við einum byggiloyvi, og at kommunan ikki svaraði klagaranum.
Umboðsmaðurin viðmerkti, at tað ikki er nøktandi, at tað gingu fleiri ár, áðrenn kommunan fór undir viðgerðina av málinum hjá klagaranum, og gav Fuglafjarðar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 20/00064)
Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.