09.02.2022

Skriv til Fuglafjarðar kommunu viðvíkjandi klagu um vantandi eftirlit við byggiloyvi og handfaring av einum máli

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Fuglafjarðar kommuna sýtti fyri at rætta skaða, sum hon sambært klagaranum hevði ábyrgd av í sambandi við útgrevstur á grannaogn klagarans.

Í klaguni varð víst á, at skaðin m.a. komst av, at kommunan ikki framdi eftirlit við byggiloyvinum á grannaognini og harvið ikki tryggjaði ogn klagarans móti skaðum.

Klagað varð eisini um, at kommunan ikki helt eina avtalu um ábøtur, sum klagarin og umsitingin vóru komin ásamt um.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at stórsti parturin av málinum snúði seg um møguligan skaða, ábyrgd og endurgjald í sambandi við útgrevstur á grannaognini. Umboðsmaðurin vísti á, at hetta vóru viðurskifti, sum vóru tengd at próvførslu, og tí ikki vóru egnað at taka støðu til í eini umboðsmansviðgerð. Umboðsmaðurin gjørdi tí ikki meira við hendan partin av málinum, men viðgjørdi bert fyrisitingarliga partin og handfaringina av málinum.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at sambært góðum fyrisitingarsiði hevði kommunan skyldu at gera notat frá einum fundi við klagaran, har avtalað varð gjørd um, hvørji stig skuldu takast í málinum. Eisini helt umboðsmaðurin, at kommunan ikki hevði handfarið málið á nøktandi hátt, tá hon í langa tíð arbeiddi saman við klagaranum fyri at finna eina loysn á málinum uttan at tryggja sær fíggjarliga heimild fyri loysnini ella beinanvegin at taka fyrivarni mótvegis klagaranum um, at loysnin var treytað av fíggjarligari góðkenning frá teknisku nevnd.

Umboðsmaðurin gav Fuglafjarðar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum (LUM 21/14528).

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum til høgru.