25.06.2021

Álit viðvíkjandi klagu frá Kringvarpi Føroya, um noktandi svar frá Almannamálaráðnum um innlit í skjal í sambandi við val av stýrislimum fyri Bústaðir

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpi Føroya um avgerð hjá Almannamálaráðnum at nokta innlit í eitt skjal í sambandi við val av stýrislimum fyri Bústaðir.

Almannamálaráðið metti skjalið vera eitt innanhýsis arbeiðsskjal, ið var undantakið almennum innliti sambært § 7 í innlitslógini. Almannamálaráðið vildi heldur ikki lata klagaranum meirinnlit í skjalið.

Umboðsmaðurin tók undir við metingini hjá Almannamálaráðnum um, at skjalið var eitt innanhýsis arbeiðsskjal, ið ikki var fevnt av almennum innliti.

Umboðsmaðurin helt eisini, at soleiðis sum málið varð lýst, kundi tað ikki útihýsast at talan var um eitt setanarmál, ið var fevnt av § 2, stk. 1 í innlitslógini soleiðis at alt málið í høvuðsheitum var undantikið almennum innliti.   

Umboðsmaðurin vísti at enda á, at uttan mun til um talan var um eitt innanhýsis arbeiðsskjal ella eitt skjal, ið var knýtt at einum setanarmáli, so átti Almannamálaráðið av røttum at grundgivið fyri hví ráðið ikki vildi lata meirinnlit í skjalið. Av tí at Almannamálaráðið ikki gav nakra grundgeving fyri hesum, fekk umboðsmaðurin ikki mett um, hvørt Almannamálaráðið hevði tikið viðkomandi og saklig atlit í mun til avgerðina í hesum høpi.

Umboðsmaðurin heitti tískil á Almannamálaráðið um at geva klagaranum eina grundgeving og lata umboðsmannin frætta aftur hvat víðari hendi í málinum.

Eftir hesa áheitan gav Almannamálaráðið klagaranum eina grundgeving fyri avgerðini um ikki at lata meirinnlit í skjalið. Umboðsmaðurin varð kunnaður um grundgevingina og gjørdi ikki meira við málið (LUM 21/06912).

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.