01.10.2021

Niðurstøða um klaguviðgerð hjá Almannamálaráðnum av klagu um Familjufyrisitingina í einum máli um samveru

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um klaguviðgerðina hjá Almannamálaráðnum av klagu um Familjufyrisitingina í einum máli um samveru.

Umboðsmaðurin dugdi ikki at síggja, at Almannamálaráðið hevði mett um, hvørt Familjufyrisitingin hevði tikið atlit at øllum upplýsingum í málinum og um hetta, saman við møguligum vantandi notatum, kundi ført til eina aðra meting av avgerðini hjá Familjufyrisitingini um at kalla inn til barnasamtalu.

Umboðsmaðurin bað Almannamálaráðið taka klaguviðgerðina av málsviðgerðini hjá Familjufyrisitingini viðvíkjandi omanfyri nevnda upp aftur og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum (LUM 21/14856).

Samandrátturin kann takast niður í reyða kassanum.