Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Tvøroyrar kommunu av tilboði uppá at reka kantinuna í ítróttarhøllini í Trongisvági og av innlitsumbøn í málið.
Kommunan avgjørdi ikki at taka av tilboðnum frá klagaranum og grundaði hetta við, at valt varð, at halda fast við tryggu og kendu loysnina við verandi loyvishavara, sum var hin tilboðsgevarin.
Umboðsmaðurin segði seg ikki kunna taka støðu til, hvørt avgerðin hjá kommununi, um val av vinnandi tilboði, var ein røtt avgerð, tí slíkar avgerðir eru eginrættarligar gerðir, sum falla uttanfyri avgerðarhugtakið sambært fyrisitingarlógini. Men hóast hetta átti málsviðgerðin av málinum at verða framd sambært møguligum reglum fyri ítøkiligu útbjóðingina og sambært góðum fyrisitingarsiði.
Viðvíkjandi málsviðgerðini av tilboðunum fýltist umboðsmaðurin á, at kommunan ikki hevði skjalfest fundirnar, sum kommunan hevði havt við tilboðsgevararnar, betri, og at grundgevingin, sum varð givin klagaranum, um hví hin tilboðsgevarin varð valdur framum klagaran, var ikki nøktandi. Umboðsmaðurin helt, at kommunan ikki hevði víst góðan fyrisitingarsið í sambandi við útbjóðingina.
Viðvíkjandi innlitsumbønini vísti umboðsmaðurin á, at 10 skjøl vóru skrásett í málinum, meðan kommunan játtaði klagaranum innlit í 8 skjøl, men ikki nevndi nakað um hini 2 skjølini. Umboðsmaðurin viðmerkti, at tá ein umbøn um innlit í ávíst mál verður viðgjørd, eigur myndugleikin at taka støðu til og upplýsa um øll skjølini í málinum, t.v.s. eisini tey skjøl, sum innlit ikki verður givið í, tí sýtan av innliti í ávís skjøl, er ein noktandi avgerð, sum skal grundgevast og hava tilvísing til tær rættarreglur, sum avgerðin er grundað á.
Umboðsmaðurin viðmerkti, at talið av skjølum ella sniði á teimum ikki góvu orsøk til, ikki at lata klagaranum avrit av skjølunum, og ístaðin biðja hann koma á skrivstovuna at lesa tey. Av tí at eingi avrit vórðu latin klagaranum, hevði Tvøroyrar kommuna heldur ikki neyðuga heimild at krevja gjald fyri avrit í hesum føri.
Umboðsmaðurin bað kommununa taka innlitsmálið uppaftur til nýggja viðgerð, bæði hvat viðvíkti spurninginum um at nokta innlit og hvat viðvíkti spurninginum um gjald fyri avrit av skjølum, og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum. (LUM 21/01917)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.