Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið helt aftur upplýsingar um eina verkætlan og navnið á einum ráðgeva, tá tað gav klagaranum innlit í eina umsókn í vinnuligar fiskiroyndir. Umboðsmaðurin var samdur við ráðnum í, at upplýsingarnar um verkætlanina kundu undantakast frá innliti. Viðvíkjandi upplýsingini um navn á ráðgeva í verkætlanini hevði ráðið fyrst grundað avgerðina á, at ráðgevin tók seg úr verkætlanini um navnið varð upplýst, og harvið var stórur vandi fyri týðandi fíggjarligum tapi hjá felagnum. Ráðið vísti í hesum sambandi m.a. á ein starvsklausul hjá viðkomandi. Umboðsmaðurin helt, at hóast ráðgevandi persónurin kundi javnsetast við eitt handilssamband, sum var ein upplýsing, ið eftir ítøkiligari meting kundi verið undantikið innliti, so førdi upplýsingin um starvsklausulin hjá hesum persóni við sær, at tað var ivasamt, hvørt tað var í tráð við endamálið við innlitslógini, at undantak fyri innliti varð givið á hesum grundarlag. Eftir áheitan frá umboðsmanninum kannaði ráðið støðuna hjá ráðgevandi persóninum av nýggjum. Ráðið kom tá til ta niðurstøðu, at navnið hjá viðkomandi var at meta sum ein virkisloynidómur hjá felagnum, tí við at geva innlit í navnið fekst eisini vitan um verkætlanina. Umboðsmaðurin metti, at á hesum grundarlagi var tað rætt, at ráðið við heimild í § 12. stk. 1 nr. 2 í innlitslógini hevði noktað innlit í navnið.
Ein fjølmiðil klagaði til umboðsmannin um, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevði strikað ávísar upplýsingar og nøvn í skjølunum í eini umsókn um vinnuligar fiskiroyndir, sum teir høvdu søkt og fingu innlit í.
Tá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið gav klagaranum innlit í umsóknina um vinnuligar fiskiroyndir, avgjørdi ráðið ikki at lata innlit í ávísar upplýsingar um verkætlanina. Eisini varð avgjørt ikki at geva innlit í navnið á einum ráðgeva.
Viðvíkjandi upplýsingunum um verkætlanina avgjørdi ráðið ikki at lata innlit í upplýsingar um verkætlanina, undir hesum hvat hon snúði seg um, framleiðsluhættir, fíggjarligar upplýsingar um verkætlanina, hvat úrslitið var og kundi brúkast til o.s.fr.. Ráðið vísti á, at nevndu upplýsingar vóru um virkisviðurskifti og vóru fevnd av § 12, stk. 1, nr. 2 í lógini um alment innlit (lóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina). Ráðið metti, at um innlit varð latið í upplýsingarnar, var verkætlanin almenn, og onkur kundi nýta hugskot og aðrar upplýsingar til egna framleiðslu og harvið skatt marknaðarmøguleikarnar hjá viðkomandi felag. Sambært ráðnum kundi innlit í nevndu upplýsingar hava við sær ein týðandi fíggjarligan miss fyri felagið. Umboðsmaðurin var samdur við ráðnum í hesi meting
Viðvíkjandi upplýsingini um navn á ráðgeva í verkætlanini hevði ráðið fyrst grundað avgerðina á, at ráðgevin tók seg úr verkætlanini, um navnið varð upplýst, og harvið var stórur vandi fyri týðandi fíggjarligum tapi hjá felagnum. Ráðið vísti í hesum sambandi m.a. á ein starvsklausul hjá viðkomandi. Umboðsmaðurin helt, at hóast ráðgevandi persónurin kundi javnsetast við eitt handilssamband, sum var ein upplýsing, ið eftir ítøkiligari meting kundi verið undantikið innliti, so førdi upplýsingin um starvsklausulin hjá hesum persóni við sær, at tað var ivasamt, hvørt tað var í tráð við endamálið við innlitslógini at undantak fyri innliti varð givið á hesum grundarlag.
Eftir áheitan frá umboðsmanninum kannaði ráðið støðuna hjá ráðgevandi persóninum av nýggjum. Ráðið kom tá til ta niðurstøðu, at navnið hjá viðkomandi var at meta sum ein virkisloynidómur hjá felagnum, tí við at geva innlit í navnið fekst eisini vitan um verkætlanina. Umboðsmaðurin metti, at á hesum grundarlagi, var tað rætt, at ráðið við heimild í § 12. stk. 1 nr. 2 í innlitslógini hevði noktað innlit í navnið.
Undir klagumálsviðgerðini hevði klagarin viðmerkt, at tað sýntist sum, tað loysti seg hjá aktørunum í málinum at draga umbønir um innlit í langdrag, so tær kanska ikki longur vóru aktuellar yvirhøvur, tá málið varð avgreitt. Umboðsmaðurin avvísti, at hetta var galdandi í hesum føri. (LUM 24/23387)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.