2024

Barnarættindasáttmálin og málsupplýsingarskyldan

Um myndugleikin í síni málsupplýsing ikki lýsir barnsins besta og barnsins sjónarmið á nøktandi hátt, kann málsviðgerðin eftir míni meting ikki sigast at vera í samsvar við ásetingarnar í Barnarættindasáttmálanum. Harumframt er vandi fyri, at avgerðirnar verða skeivar løgfrøðiliga, eins og tær ikki verða tær best møguligu í mun til barnið.

Orsøkin til greinina

Sáttmálin um rættindi hjá børnum (Barnarættindasáttmálin) var samtyktur av ST aðalfundinum 20. november í 1989 og hevur verið í gildi fyri Føroyar síðani 1993, tá landafrøðiliga fyrivarnið hjá Danmark varð tikið.

Tann 1. oktober 2014 varð virksemið hjá Løgtingsins umboðsmanni víðkað til eisini at fevna um eitt serligt eftirlit á barna- og ungdómsøkinum. Umboðsmaðurin viðger klagur um viðurskifti hjá børnum, tekur mál upp av egnum ávum viðvíkjandi børnum og kann fara á eftirlitsvitjanir á almennum og privatum stovnum v.m., har børn eru. Umboðsmaðurin skal eisini hava eitt serligt eftirlit við, at Barnarættindasáttmálin hjá ST verður hildin, og gera Løgtingið og Landsstýrið varug við, um lógir og fyrisitingarligar ásetingar ikki eru sambæriligar við Barnarættindasáttmálan.

Í eina tíð hevur umboðsmaðurin í sambandi við mál á barnaøkinum haft sjóneykuna á upplýsingarskylduna hjá myndugleikum, og hvussu skjalfesting og journalisering fer fram. Umboðsmaðurin hevur eitt nú í onkrum málum sett myndugleikum spurningar, um nær samrøða hevur verið við barnið, hvussu barnsins sjónarmið eru lýst og biðið um skjalprógv úr málinum viðvíkjandi hesum viðurskiftum.

Endamálið við hesi grein er at lýsa, hvørji krøv umboðsmaðurin metir, at Barnarættindasáttmálin setur til málsviðgerðina hjá myndugleikum. Við støði í høvuðsreglunum í Barnarættindasáttmálanum um barnsins besta (grein 3) og barnsins sjónarmið (grein 12) lýsir greinin upplýsingarskylduna, notatskylduna og skylduna at  journalisera.

Høvuðsreglurnar í Barnarættindasáttmálanum um barnsins besta (grein 3) og barnsins sjónarmið (grein 12) eru galdandi bæði fyri børn, sum einstaklingar og sum bólk, men henda greinin viðgerð einans børn sum einstaklingar.


Upplýsingarskyldan hjá myndugleikum (da. Officialprincippet)
Galdandi fyri allar almennar myndugleikar er ein upplýsingarskylda. Upplýsingarskyldan inniber, at myndugleikar skulu lýsa mál væl, áðrenn støða verður tikin til málið. Henda upplýsing av málinum umfatar bæði løgfrøðiliga grundarlagið og tær veruligu umstøðurnar í málinum. Um ein myndugleiki ikki lýsir mál síni nóg gjølla, er vandi fyri at avgerðir myndugleikans verða skeivar. Endamálið við upplýsingarskylduni er at lýsa mál so mikið væl, at myndugleikin gerst førur fyri at taka løgfrøðiliga rættar, men eisini skynsamar, avgerðir.

Um upplýsingarskyldan ikki verður hildin, kann koma fyri, at eitt mál er so illa lýst, at kærumyndugleikin metir eina avgerð ógyldiga ella vísir málið aftur til nýggja viðgerð.

Sí nærri um upplýsingarskylduna í greinini í savninum á heimasíðuni “At halda seg kenna”
Grein: At halda seg kenna (upplýsingarskyldan)


Føroyar hava bundið seg at halda Barnarættindasáttmálan
Barnarættindasáttmálin hevur verið í gildi fyri Føroyar síðani 1993, tá landafrøðiliga fyrivarnið hjá Danmark varð tikið aftur. Føroyar hava sostatt bundið seg yvir fyri Sameindu Tjóðum at halda ásetingarnar í Barnarættindasáttmálanum.

Barnarættindasáttmálin hevur 54 lógargreinar. Av hesum snúgva 41 lógargreinar seg um týdningarmikil rættindi, sum børn hava.

Tvær av høvuðsreglunum í Barnarættindasáttmálanum eru

  • Grein 3: at vaksin skulu gera tað, sum er best fyri børn (hereftir nevnt barnsins besta)
  • Grein 12: at børn hava rætt til at hava sína egnu meining, og hana skulu tey vaksnu virða (hereftir barnsins sjónarmið)


Barnsins besta og upplýsingarskyldan
Í grein 3 í Barnarættindasáttmálanum finst høvuðsreglan um, at vaksin skulu gera tað sum er best fyri børn.

“Grein 3
1. Í øllum tiltøkum viðvíkjandi børnum, sama um tey verða framd av almennum ella privatum stovnum fyri samfelagsliga vælferð, dómstólum, fyrisitingarmyndugleikum ella lóggávustovnum, skal barnsins tørvur setast fremst.

2. Luttakaralondini átaka sær at tryggja barninum ta vernd og umsorgan, sum er neyðug fyri barnsins trivnað við fyriliti fyri teimum rættindum og skyldum, sum galda fyri foreldur ella verja barnsins ella onnur, ið hava løgfrøðiliga ábyrgd av barninum, og skulu við tí í huga seta í verk øll hóskandi lóggávulig og fyrisitingarlig tiltøk.

3. Luttakaralondini skulu tryggja, at stovnar og tænastur, ið hava ábyrgd av at hava umsorgan fyri ella skulu verja børnini, eru í samsvari við tey aðalkrøv, sum skikkaðir myndugleikar hava ásett, serstakliga við atliti at trygd, heilsu, starvsfólkatali og starvsfólkaførleika og harumframt serkønari umsjón.”

Grein 3 hevur sum endamál at tryggja áhugamálini hjá børnum. Reglan inniber, at barnsins tørvur skal setast fremst í øllum tiltøkum viðvíkjandi børnum. Tá almennir myndugleikar taka avgerðir viðvíkjandi børnum ella avgerðir, sum koma at ávirka børn, eigur barnsins tørvur og umstøður at verða lýst á nøktandi hátt, áðrenn avgerð verður tikin.

Sambært Barnarættindasáttmálanum skal barnsins besta vera eitt grundleggjandi atlit í øllum málum, sum á ein ella annan hátt viðvíkja børnum ella ávirka børn.

Fyri at kunna taka atlit til barnsins besta í málsviðgerðini, er neyðugt, at myndugleikar í hvørjum einstøkum føri kanna og upplýsa málið við tí fyri at eyga at lýsa, hvat ítøkiliga málið inniber fyri barnið. Lýsingin eigur eftir míni meting at umfata, hvørjar avleiðingar ymisku møguligu avgerðirnar kunnast væntast at fáa fyri barnið, eins og hvussu umfatandi hesar ymsu avleiðingarnar kunnu væntast at verða.

Skyldan, sambært Barnarættindasáttmálanum, at lýsa, hvat er til barnsins besta má metast at vera rættiliga umfatandi og er viðkomandi, um tað í málinum finnast viðurskifti, sum viðvíkja einum barni ella hava ávirkan á eitt barn.

Um myndugleikin í síni málsupplýsing ikki lýsir barnsins besta og barnsins sjónarmið á nøktandi hátt, kann málsviðgerðin eftir míni meting ikki sigast at vera í samsvar við ásetingarnar í Barnarættindasáttmálanum. Harumframt er vandi fyri, at avgerðirnar verða skeivar løgfrøðiliga, eins og tær ikki verða tær best møguligu í mun til barnið.


Barnsins sjónarmið og upplýsingarskyldan
Tá myndugleikin í málsupplýsingini í ítøkiligum máli fer undir at lýsa barnsins besta, er viðkomandi at hava grein 12 í Barnarættindasáttmálanum í huga.

“Grein 12

1. Luttakaralondini skulu tryggja einum barni, sum er ført fyri at orða síni egnu sjónarmið, rættin til frítt at greiða frá hesum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum hava samband við barnið; dentur skal leggjast á barnsins sjónarmið í samsvari við aldurin á barninum og hvussu búgvið tað er.

2. Við atliti at hesum skal barnið serliga fáa høvi til at koma til orðanna í einari og hvørjari viðgerð av málum við dóms- ella fyrisitingarmyndugleika, sum viðvíkja barninum, annaðhvørt beinleiðis ella gjøgnum eitt umboð ella ein hóskandi stovn, og skal tað gerast í samsvari við mannagongdir, sum eru ásettar í tjóðarrætti. “

Grein 12 er høvuðsreglan um, at børn hava rætt til at hava sína egnu meining, og at tey vaksnu skulu virða hana. Við at samtykkja Barnarættindasáttmálan hava Føroyar átikið sær eina skyldu at viðurkenna rættin hjá børnum at orða síni sjónarmið í málum sum viðvíkja teimum ella sum ávirka tey.

Grein 12 inniber tí, at eitt barn, sum er ført fyri at orða síni egnu sjónarmið, hevur rætt til frítt at sleppa at greiða frá sínum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum hava samband við barnið.

Í sambandi við skylduna hjá myndugleikum at lata børn koma til orðanna í øllum málum sum viðvíkja ella ávirka tey, fari eg at endurgeva brot úr greinini “Hoyring av børnum” í savninum á heimasíðuni:

“Luttakaralondini skulu tryggja barninum rætt til frítt at orða síni egnu sjónarmið. Orðingin, ”skulu tryggja”, er ein løglig orðing við serligari styrki, ið ikki gevur luttakaralondunum rásarúm fyri nakrari meting. Luttakaralondini hava sostatt eina klára løgliga skyldu at viðurkenna hendan rættin hjá barninum og at tryggja øllum børnum henda rætt.”

Viðvíkjandi aldursmarki fyri hoyring av børnum vil eg vísa til frágreiðing í greinini í savninum á heimasíðuni “Hoyring av børnum”:

“Einki aldursmark er fyri, nær eitt barn hevur rætt til at bera síni sjónarmið fram. Barnarættindanevndin hjá ST ræður luttakaralondunum frá at seta nakað aldursmark, tað verði seg í lóggávu ella í praksis, sum avmarkar rættin hjá barninum at verða hoyrt í øllum spurningum, sum hava samband við barnið.

Aldur má sostatt ikki forða fyri, at barnið fær loyvi at koma við sínum sjónarmiðum. Gransking vísir, at børn tíðliga menna sín egna vilja og evni at gera sær sjónarmið á ein ella annan hátt, hóast barnið ikki dugir at siga frá teimum við orðum.

Í sambandi við hoyring av einum barni er sostatt ikki neyðugt, at barnið dugir at orða síni sjónarmið týðiliga. Eisini samskifti uttan orð, so sum spæl, andlitsbrá, tekningar og málningar hjá barninum, skal viðurkennast og virðast. Tó má barnið hava vit, vilja og kenslur og duga at samskifta í ein slíkan mun, at tað er møguligt hjá teimum vaksnu at tulka, hvat barnið sigur, og hvat annars kemur til sjóndar hjá barninum so sum yvirbrá og kropsburð. Tað er heldur ikki neyðugt, at barnið hevur sjónarmið um sjálvan spurningin, sum avgerð skal takast um. Tað er nóg mikið, at barnið er ført fyri at meina okkurt av týdningi í sambandi við spurningin.”

Ein myndugleiki hevur eftir míni meting ikki upplýst eitt mál nøktandi og í samsvari við Barnarættindasáttmálan, um barnsins sjónarmið ikki eru lýst.


Notatskylda og journalisering
Fyri at halda innlitslógina, fyri at fáa eina haldgóða avgerðartilgongd, og ikki minst, sum liður í góðum fyrisitingarsiði, er týdningarmikið, at myndugleikar leggja seg eftir at halda reglurnar um notatskyldu eins og skylduna at journalisera.

Notatskyldan skal tryggja, at tað er møguligt at hava eftirlit við, hvat er hent í málinum, eitt nú eftirlit við at upplýsingarskyldan er hildin.

Fyri at halda notatskylduna eigur myndugleikin greitt at skriva niður upplýsingar og týdningarmikil viðgerðarstig viðvíkjandi barnsins besta (grein 3) og barnsins sjónarmiði (grein 12). Myndugleikin eigur eftir míni meting at gera sær ómak at skriva niður og skjalføra nevndu viðurskifti um barnsins besta og barnsins sjónarmið í málið, so tey týðuliga kunnu eyðmerkjast og leitast fram í málinum.

Á henda hátt verður møguligt hjá myndugleikanum sjálvum at hava yvirlit yvir málsgongdina og samanhangin í málinum, eins og tað er møguligt hjá eftirlitsmyndugleikum at eftirkanna, um barnsins besta og barnsins sjónarmið hevur verið nøktandi lýst og tikið við, tá avgerð varð tikin.

Sí nærri um notatskyldu í greinini “Notatskylda” í savninum á heimasíðuni
Grein: Notatskylda

Sí nærri um journalisering í greinini “Journalisering” í savninum á heimasíðuni  
Grein: Journalisering


Vigan av atlitum
Tá myndugleikin er liðugur at lýsa málið, eigur, eftir míni meting, í málum, sum viðvíkja ella ávirka børn, at síggjast ein lýsing av, hvat ið verður mett at vera til barnsins besta, eins og ein lýsing av barnsins sjónarmiði.  

Ein lýsing av barnsins besta (grein 3) og barnsins sjónarmiði (grein 12) má, vísandi til Barnarættindasáttmálan, metast at vera ein sjálvsagdur liður í málsupplýsingarskylduni hjá myndugleikum. Um hesi viðurskifti ikki verða nøktandi lýst, er vandi fyri, at atlitið til barnið ikki verður tikið við millum onnur lóglig og kravd atlit, og at atlitið ikki fær tað tyngd, sum tað eigur at hava, tá avgerðir verða tiknar.

Í sambandi við metan av barnsins sjónarmiði í ítøkiligum málum vil eg vísa til hesa frágreiðing í greinini “Hoyring av børnum” í savninum á heimasíðuni:

“Dentur skal leggjast á sjónarmiðini hjá barninum í samsvari við aldurin á barninum, og hvussu búgvið barnið er. Aldur, og hvussu búgvið barnið er, eru tvær týdningarmiklar og javnsettar treytir, tá metast skal um, í hvønn mun barnsins sjónarmið og ynskir skulu ávirka avgerðina.

Hvussu stórur dentur skal leggjast á sjónarmiðið hjá barninum, kann sostatt ikki bara avgerast út frá aldrinum á barninum, tí hvussu búgvið eitt barn er, er ikki bara treytað av, hvussu gamalt barnið er.

Tess meiri úrslitið av avgerðini ávirkar lívið hjá barninum, tess størri týdning hevur ein røtt meting av, hvussu búgvið barnið er.

Av tí at hugtakið um, hvussu búgvið barnið er, er ógreitt og subjektivt, er tað týdningarmikið, at myndugleikarnir grundgeva, hvussu spurningurin um búning verður mettur, soleiðis at integriteturin hjá barninum verður vardur.

Hvussu stórur dentur skal leggjast á sjónarmiðini og ynskini hjá barninum er eisini treytað av, hvat málið snýr seg um, og hvussu sterk, áhaldandi, veruleikakend, umhugsað og vælgrundað sjónarmiðini hjá barninum eru.”

Við støði í Barnarættindasáttmálanum má metast, at barnsins besta (grein 3) er tungtvigandi atlit, tá myndugleikar skulu taka avgerðir. Barnsins sjónarmið (grein 12) eigur eisini at verða tikið við í samsvarið við aldur og búning hjá barninum.

Summar lógir hava ítøkiligar ásetingar um rættindi barnsins at sleppa til orðanna. Nevnast kann til dømis § 44 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd við seinni broytingum:

“Rættindi hjá børnum

§ 44. Eitt barn skal kunnast og hoyrast, um tess menning og búning loyvir tí, og um tað verður mett at vera til frama fyri barnið.

Stk. 2. Hevur barnið fylt 12 ár, skal tað altíð verða hoyrt, áðrenn ein avgerð verður tikin.

Stk. 3. Dentur skal leggjast á barnsins ummæli.

Stk. 4. Hevur barnið fylt 15 ár, skal tað vera partur í málinum við teimum rættindum, sum har tilhoyra.”

Henda áseting áleggur myndugleikum at kunna og hoyra barnið, um tess menning og búning loyvir tí, og um tað verður mett at vera til frama fyri barnið. Um barnið er fylt 12 ár, skal tað altíð verða hoyrt, og dentur skal leggjast á barnsins ummæli.

Henda áseting er, vísandi til Barnarættindasáttmálan, sett inn í barnaverndarlógina fyri at styrkja rættartrygdina hjá børnum í barnaverndarmálum.

Hóast slík áseting sum § 44 í barnaverndarlógini ikki finst í øllum føroyskum lógum, so eigur atlitið til barnsins sjónarmið (grein 12) at verða tikið við í øllum málum, sum viðvíkja ella ávirka eitt barn.

Sum luttakaraland í Barnarættindasáttmálanum hava Føroyar átikið sær eina skyldu, sum førir við sær, at vigan av atlitum í ítøkiligum málum eigur at verða gjørd við virðing fyri grein 3 og 12.

Sí nærru um vigan av atlitinum til barnsins sjónarmið undir punkt 6-8 í greinini “Hoyring av børnum” í savninum á heimasíðuni
Grein: Hoyring av børnum


Samanumtikið
Fyri at liva upp til ásetingarnar í Barnarættindasáttmálanum og fyri at taka rættar og skynsamar avgerðir, er týdningarmikið, at myndugleikar gera sær ómak at lýsa barnsins besta og sjónarmið barnsins í sambandi við sína málsviðgerð og fyrisiting annars. At lýsa, hvat er til barnsins besta, at lýsa barnsins sjónarmið og lurta eftir barnsins rødd og síðani viga hetta atlit móti øðrum atlitum, má metast at hava avgerandi týdning fyri dygdina og rættleikan av teimum avgerðum, sum skulu takast, og teimum tiltøkum, sum skulu setast í verk.

Grein 3 og grein 12 í Barnarættindasáttmálanum eiga tí, eftir míni meting, í størri mun at verða tiknar við í málsviðgerð og fyrisitingarligum virksemi innan føroysku fyrisitingina. Avgerðir ella tiltøk, sum ávirka børn, eiga ikki at verða tikin uttan at barnsins besta og barnsins sjónarmið eru lýst og hava fingið tað tyngd í avgerðartilgongdini, sum teimum hoyrir til.

Greinin kann takast niður sum pdf í reyða kassanum.