2025

Barnanna umboðsmaður 10 ár

Fyrrapartin mikudagin 5. februar 2025 skipaði Løgtingið fyri evnisdegi í sambandi við, at tað í oktober 2024 vóru liðin 10 ár, síðani Løgtingsins umboðsmaður fekk sum uppgávu at hava eitt serligt eftirlit við, at ST-Barnarættindasáttmálin verður hildin.

Seinnapartin snúði evnisdagurin seg um Landsgrannskoðanina í sambandi við, at tað eru liðin 25 ár síðani Landsgrannskoðanin formliga varð skipað sum óheftur stovnur undir Løgtinginum.

Løgtingsfólk, landsstýrið, Barnanna umboðsmaður, Landsgrannskoðanin og embætisfólk vórðu boðin til dagin. Eisini luttóku gestir úr grannalondum.

Evni fyri fyrrapartin var rødd barnsins.

Løgtingsforkvinnan setti dagin og vísti á, at Barnanna umboðsmaður og Landsgrannskoðanin eru týðandi eftirlitsstovnar undir Løgtinginum. Sjóneykan varð sett á, hvussu stovnarnir virka í dag, og hvussu teir eiga at virka í framtíðini.

Umboðsmaðurin greiddi frá leikluti sínum á barnaøkinum, heimildir og avmarkingar við støði í umboðsmanslógini.

Norska barnaumboðið, Mina Gerhardsen, varð boðin at hava eina framløgu um leiklutin og virksemið hjá Norska barnaumboðnum sum talsfólk á barnaøkinum.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fekk eisini høvi at røða um evnið.

Fyrraparturin endaði við einum pallborðskjaki, har sjóneykan varð sett á, hvussu barnsins rødd kann styrkjast.

Á myndini síggjast Mina Gerhardsen, barneombudet í Noreg, Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen og Hanna Vang, barnanna umboðsmaður