04.01.2023

Álit um vantandi ansing á dagstovni av barni, sum ber brek

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at ein kommunalur dagstovnur sýtti fyri at veita einum barni, sum ber brek, ansing í tveir dagar, tí einki starvsfólk var at taka sær av barninum. Umboðsmaðurin gav kommununi eina átalu fyri, at dagstovnurin hevði skipað seg soleiðis, at neyðugt var at sýta barninum, sum ber brek, ansing.

Klagarin førdi fram í klagu síni, at kommunan gjørdi mismun á børnunum í kommununi, tí barn klagarans var einasta barnið á dagstovninum, sum varð sýtt ansing hesar báðar dagarnar.

Dagstovnurin hevði skipað seg soleiðis, at eitt starvsfólk (stuðul) var um barnið burturav. Stuðulin hevði sagt seg úr starvi til 1. september 2022, men hevði játtað at halda fram í ein til tveir mánaðir afturat, meðan kommunan royndi at finna nýggjan stuðul til barnið. Stuðulin kundi tó ikki byrja í nýggju setanini fyrrenn tann 6. september 2022.

Dagstovnurin var undirmannaður tann 2. og 5. september 2022, men av tí at nøkur børn høvdu frí, gekk tað upp við talið av starvsfólkum. Einki starvsfólk var sjúkt á stovuni, har ítøkiliga barnið gekk. Fyrrverandi stuðulin hjá barninum, sum hevði serligar førleikar at ansa barninum, arbeiddi á stovuni hjá barninum. Dagstovnaleiðarin kom til ta niðurstøðu, at starvsfólkaorka ikki var at veita ítøkiliga barninum ansing tann 2. og 5. september 2022, tí stuðulin hjá barninum ikki var byrjaður í nýggju setan síni enn.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at hann ikki kundi taka støðu til ítøkiligu metingina og raðfestingina hjá dagstovnaleiðaranum av, hvussu starvsfólkaorkan og arbeiðið best varð skipað á stovuni hjá ítøkiliga barninum og dagstovninum hesar báðar dagarnar, har stovnurin var raktur av sjúku og sjúkramelding.

Umboðsmaðurin helt tó, at skipanin av starvsfólkahópinum á dagstovninum hvørki var í samsvari við § 5 í Dagstovnalógini og viðmerkingunum til ásetingina ella við grein 7, stk. 2 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, tí dagstovnurin hevði skipað seg soleiðis, at bara eitt einstakt starvsfólk – stuðulin - skuldi taka ábyrgd av barninum, sum ber brek. Tilboðið um ansing av barninum var tí sera viðbreki fyri, at hetta starvsfólkið barst frá at møta til arbeiðis, hevði frí ella segði upp.

Umboðsmaðurin gav kommununi eina átalu fyri, at dagstovnurin hevði skipað seg soleiðis, at neyðugt var at sýta barninum, sum ber brek, ansing nevndu dagarnar.

Kommunan upplýsti, at dagstovnurin var í ferð við at umskipa arbeiðið, soleiðis at øll starvsfólk á stovuni hjá ítøkiliga barninum, umframt leiðslan, fingu førleikar til og kundu taka ábyrgd av ansingini av barninum. Umboðsmaðurin gjørdi tí ikki meira við málið. (LUM 22/16132)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.