Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um Búnaðarstovuna og Vinnumálaráðið. Málið snúði seg um, at Búnaðarstovan hevði tikið avgerð um sølu av innangarðsjørð burturav einum festi, og hesa avgerð høvdu festararnir kært. Í málinum høvdu bæði Fiskimálaráðið og Løgmálaráðið gjørt niðurstøður í kærumálum, men Búnaðarstovan metti seg ikki hava heimild at avgreiða málini, sambært kæruavgerðunum. Samanumtikið gav umboðsmaðurin Búnaðarstovuni eina átalu fyri málsviðgerðina og minti á týdningin av at notera upplýsingar frá telefonsamrøðum og fundum. Hóast talan ikki var um avgerðarmál hjá Vinnumálaráðnum, mælti Umboðsmaðurin ráðnum til framyvir at skjalfesta samskifti í slíkum málum. Umboðsmaðurin vísti eisini ráðnum á, at spurningurin um endurgjald fyri sølu av landsjørð skjótast gjørligt átti at verða avkláraður løgfrøðiliga.
Klagan var um fyrisitingarlig brot, um samskipaða kærumálsviðgerð millum Búnaðarstovuna og Vinnumálaráðið, um notatskyldu og journalisering, og um fyrisitingarlig lýti við eini avgerð hjá Búnaðarstovuni.
Umboðsmaðurin helt, at tey lýti, sum upprunaliga vóru í eini avgerð hjá Búnaðarstovuni, seinni vóru fingin í rættlag.
Í skjølunum hjá Búnaðarstovuni sóust ikki notatir frá teimum fundum og telefonsamrøðum, sum høvdu verið við Vinnumálaráðið. Umboðsmaðurin metti, at Búnaðarstovan, í sambandi við málsviðgerðina, hevði roynt at fingið vegleiðing frá Vinnumálaráðnum, men hevði, sambært ráðnum og Búnaðarstovuni, hvørki fingið beinleiðis vegleiðing um aktuella málið ella generella vegleiðing at avgreiða slík sølumál eftir. Við gjøgnumgongd av skjølunum sá umboðsmaðurin ikki nakra beinleiðis leiðbeining frá Vinnumálaráðnum. Umboðsmaðurin hevði tí ikki orsøk til at halda, at Búnaðarstovan og Vinnumálaráðið høvdu samskipað fyrisitingarligu avgerðina hjá Búnaðarstovuni og komandi kærumálsviðgerð av málinum.
Samanumtikið gav umboðsmaðurin Búnaðarstovuni eina átalu fyri málsviðgerðina og minti á týdningin av at notera upplýsingar frá telefonsamrøðum og fundum, sum kunnu hava týdning fyri viðgerðina av einum máli og fyri gjøgnumskygni í málsviðgerðini.
Vinnumálaráðið hevði ikki skjalført teldupostarnar frá Búnaðarstovuni við umbøn um vegleiðing, og telefonnotatir vórðu ikki skrivað frá samrøðum í hesum sambandi. Hóast tað ikki var eitt avgerðarmál hjá Vinnumálaráðnum, var talan um fyrispurningar av slíkum týdningi og vavi, sum ikki einans kundu væntast at fáa ávirkan á ítøkiliga kærumálið. Umboðsmaðurin helt tí, at Vinnumálaráðið, sambært góðum fyrisitingarsiði, átti at skjalført og gjørt notatir, so málsskjølini góvu eina greiða mynd av leiklutinum hjá ráðnum og teimum svarum, ráðið hevði givið. Vantandi skjalføring og notatir avmarkaðu møguleikan hjá umboðsmanninum at fáa yvirlit yvir málið og høvdu eisini elvt til iva og ørkymlan hjá klagarunum. Umboðsmaðurin mælti Vinnumálaráðnum til framyvir at skjalfesta samskifti í slíkum málum.
Umboðsmaðurin vísti á, at spurningurin um endurgjald fyri sølu av landsjørð skjótast gjørligt átti at verða avkláraður løgfrøðiliga, men gjørdi ikki meira við hendan partin, av tí at lógaruppskot viðvíkjandi viðurskiftunum var sent í hoyring.
Av tí at umboðsmaðurin metti seg hava rakað við lýti í Løgtingslógini um landsjørð og tilhoyrandi kunngerð, varð fráboðan send Løgtingi og landsstýrismanninum í Vinnumálum, sambært § 12, stk. 1 í lóg um Løgtingsins umboðsmann. (LUM 24/10194 og 24/10195)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.