07.04.2025

Álit um skiftisregluna í sambandi við eftirløn við 60 ára aldur eftir landsstýrislønarlógini

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Løgmansskrivstovan ikki tulkar reglurnar um eftirløn við 60 ára aldur í landsstýrislønarlógini á rættan hátt. Í fyrstu syftu bað umboðsmaðurin Løgmansskrivstovuna um at taka málið til nýggja viðgerð, tí tulking teirra ikki hevði tikið atlit at øllum viðkomandi tulkingarmøguleikum í landsstýrislønarlógini. Løgmansskrivstovan tók málið til nýggja viðgerð. Eftir nýggja meting av málinum fasthelt Løgmansskrivstovan, at klagarin ikki leyk treytirnar fyri eftirløn við 60 ára aldur. Umboðsmaðurin var ikki samdur við Løgmansskrivstovuni. Ósemja var um, hvussu úrgildissetu – og skiftisreglurnar frá 2015 skuldu skiljast í mun til eftirløn við 60 ára aldur. Umboðsmaðurin metti, at reglurnar ikki steðgaðu rættindaútrokningini (aldur og starvstíð, sambært § 3, stk. 2), men at tær steðgaðu hækkingini av eftirlønini (sambært § 3, stk. 3), sum klagarin hevði “innvunnið” pr. 15. sept. 2015.

Klagað varð um, at Løgmansskrivstovan tulkaði reglurnar um eftirløn til landsstýrismenn við 60 ára aldur í landsstýrislønarlógini á slíkan hátt, at klagarin ikki hevði rætt til eftirløn við 60 ára aldur.

Víst varð í hesum sambandi á skriv frá Løgmansskrivstovuni, har lagt varð til grund, at ár í aldri og starvstíð, sum vóru aftaná 15. sept. 2015, ikki kundu teljast við í útrokningini eftir § 3, stk. 2 í landsstýrislønarlógini. Klagarin metti, at hendan tulkingin var skeiv.

Umboðsmaðurin vísti á, at eftirlønarskipanin hjá landsstýrismonnum varð broytt í 2015, soleiðis at farið var frá eini tænastumannalíknandi eftirlønarskipan til eina skipan, sum líkist teirri skipan, sum er vanlig hjá alment settum starvsfólkum, sum ikki eru tænastumenn. Tá varð samstundis gjørd ein skiftisskipan fyri landsstýrismenn, sum sita ella hava sitið sum landsstýrismenn. Skiftisskipanin varð tó avmarkað av orðingini: “Eftirlønaraldurin hjá landsstýrismanninum hækkar tó ikki eftir nevnda dag”.

Lógarbroytingin, tilhoyrandi kunngerð og viðmerkingarnar til lógarbroytingina góvu ikki eitt greitt svar uppá, hvussu reglurnar um skiftisskipanina skuldu skiljast. Møguleiki tyktist vera fyri at tulka orðingina um skiftisskipanina soleiðis, at orðingin “eftirlønaraldurin hjá landsstýrismanninum  hækkar tó ikki eftir nevnda dag” kundi vísa til § 3, stk. 2 í landsstýrislønarlógini og harvið fastlæsa útrokningina, sum avgerð sjálvan rættin til pensjón. Møguleiki tyktist eisini vera fyri, at tulka orðingina soleiðis, at ávísingin vísti til § 3 stk. 3, sum einans fastlæsir støddina á pensjónini, sum kann útgjaldast í eftirløn við 60 ára aldur.

Vísandi til ivan, sum var í málinum, og at Løgmansskrivstovan, sambært málsskjølunum, ikki hevði viðgjørt spurningin um, hvørt orðið “eftirlønaraldurin” kundi víst til ásetingina í § 3, stk. 3 heldur enn til ásetingina í § 3, stk. 2, og at hetta kundi verið avgerandi fyri eftirlønarviðurskiftini hjá viðkomandi landsstýrismanni, heitti umboðsmaðurin á Løgmansskrivstovuna um at taka málið til nýggja viðgerð.

Eftir nýggja meting av málinum, fasthelt Løgmansskrivstovan, at útrokningin í § 3, stk. 2 í landsstýrislønarlógini um aldur og starvsaldur ikki hækkar eftir 15. sept. 2015, og at klagarin tí ikki leyk treytirnar fyri eftirløn við 60 ára aldur. Umboðsmaðurin var ikki samdur í hesi niðurstøðu. Umboðsmaðurin metti, at úrgildissetu- og skiftisreglurnar frá 15. sept. 2015 steðgaðu hækkingini av eftirlønini sambært § 3, stk. 3, men ikki rættindaútrokningini av aldri og starvstíð sambært § 3, stk. 2. Reglan í § 3, stk. 2 í landsstýrislønarlógini hevði tí, eftir meting umboðsmansins, framvegis gildið fyri landsstýrismenn, sum høvdu sitið ella sótu í landsstýrinum pr. 15. sept. 2015.

Umboðsmaðurin heitti á Løgmansskrivstovuna um at endurskoða málið um eftirløn til klagaran við 60 ára aldur og bað Løgmansskrivstovuna lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum.  (LUM 25/00168 og LUM 24/16456)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.

Málið er framhald av "Skriv um treytirnar sambært landsstýrislønarlógini fyri eftirløn við 60 ára aldur"