Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Frihedsbrevet um málsviðgerðina hjá Sunda kommunu av einari umbøn um innlit. Sunda kommuna hevði sýtt fyri at veita innlit vísandi til kravið um eyðmerking í innlitslógini, og at tað ikki var gjørligt at leita fram skjalførdu upplýsingarnar, ið umbønin um innlit fevndi um. Umboðsmaðurin helt tað ikki vera rætt at Sunda kommuna vísti til kravið um eyðmerking. Harafturat helt umboðsmaðurin, at umstøðurnar í málinum ikki vóru soleiðis, at kommunan kundi vísa á sína egnu skipan at skjalføra sum grundarlag fyri ikki at veita innlit. Sunda kommuna hevði kravt eitt undangjald fyri at veita innlit. Í kanning frá 2023 hevði umboðsmaðurin mint Sunda kommunu á, at undangjald einans kundi krevjast í serstøðum. Umboðsmaðurin gav samanumtikið Sunda kommunu eina átalu fyri avgreiðsluna av umbøn klagarans og fyri ikki at broyta sína mannagongd at krevja gjald, soleiðis sum umboðsmaðurin áður hevði mint kommununa á.
Í sambandi við umbøn klagarans um alment innlit, hevði Sunda kommuna víst til § 4, stk. 3 í innlitslógini sum grundarlag fyri ikki at ganga umbønini á møti. Umboðsmaðurin vísti m.a. á vegleiðing til innlitslógina, har tað stóð at lesa, at hóast talan var um eitt krav um eyðmerking í innlitslógini, so átti ein myndugleiki at ganga umbønum um innlit frá fjølmiðlum á møti, um ikki annað fylgdi av reglum um tagnarskyldu o.tíl.
Umboðsmaðurin helt tað tískil ikki vera rætt, at Sunda kommuna vísti til § 4, stk. 3 í innlitslógini sum grundarlag fyri ikki at ganga umbønini um innlit á møti.
Sunda kommuna hevði eisini í frágreiðing til umboðsmannin víst á sína egnu skipan at skjalføra upplýsingar sum partur av grundgevingini fyri, at umbønin um innlit ikki kundi gangast á møti. Umboðsmaðurin dugdi ikki at síggja, at Sunda kommuna kundi nýta sína egnu skipan sum grundgeving. Umboðsmaðurin helt, at talan var um eitt rættiliga avmarkað tal av arbeiðstakarum og arbeiðstøkum, ið umbønin um innlit fevndi um. Umboðsmaðurin minti Sunda kommunu á, at ein myndugleiki hevur skyldu til at skipa sínar arbeiðsgongdir og skipanir soleiðis, at innlit kann veitast, samsvarandi ásetingunum í innlitslógini.
Aftaná klaguna til umboðsmannin veitti Sunda kommuna klagaranum innlit. Í sambandi við avgreiðsluna av innlitsumbønini kravdi Sunda kommuna eitt undangjald fyri avritini. Í frágreiðing í sambandi við kanning hjá umboðsmanninum um viðgerð av málum um alment innlit frá 2023, gav umboðsmaðurin viðmerking til Sunda kommunu um, at undangjald ikki eigur at verða kravt, uttan so, at talan er um eina serstøðu. Umboðsmaðurin bað í frágreiðingini Sunda kommunu um at broyta sínar mannagongdir fyri at krevja gjald.
Umboðsmaðurin helt tað vera atfinningarsamt, at Sunda kommuna framvegis ikki hevði broytt sínar mannagongdir fyri at krevja gjald. Umboðsmaðurin sá einki í málinum, ið talaði fyri, at talan var um eina serstøðu, ið loyvdi kommununi at krevja undangjald. Umboðsmaðurin gav Sunda kommunu eina átalu fyri avgreiðsluna av umbøn klagarans um innlit og fyri ikki at hava broytt sínar mannagongdir at krevja gjald, soleiðis at undangjald einans varð kravt í einari serstøðu. (LUM 24/22050)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.