27.01.2025

Álit um málsviðgerðina hjá Eiðis kommunu í samband við umsókn um keyp av fastogn og garðbygging

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Eiðis kommuna ikki svaraði eini umsókn um keyp av fastogn og garðbygging og ikki svaraði fyrispurningunum og innlitsumbønini frá klagaranum í tí sambandi. Umsóknin um keyp av fastogn varð latin kommununi í januar 2024, og fyrispurningar um málið umframt innlitsumbøn varð latin kommununi í mai 2024. Klagarin hevði ikki fingið svar frá kommununi, tá hann klagaði til umboðsmannin í november 2024. Umboðsmaðurin helt tað hvørki vera nøktandi ella í samsvar við góðan fyrisitingarsið, at klagarin ikki hevði fingið svar í næstan eitt ár. Harumframt helt umboðsmaðurin tað vera átaluvert, at átta mánaðir vóru lidnir, uttan at innlitsumbønin var svarað, og at kommunan ikki hevði hildið notatskyldu sína. Umboðsmaðurin gav Eiðis kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum.

Ein borgari klagaði til umboðsmannin um, at hann ikki hevði fingið svar frá Eiðis kommunu til umsókn sína um keyp av fastogn og um garðbygging og um innlit og fyrispurningar í hesum sambandi.

Borgarin hevði enn ikki fingið svar yvir eitt ár eftir, at hann hevði sent kommununi umsóknina um keyp av fastogn.
Borgarin hevði heldur ikki í fingið svar til fyrispurningar sínar, sum hann setti í mai 2024, um umsóknina um keyp av fastogn, umframt fyrispurningar um garðbygging og innlitsumbøn sína.

Eiðis kommuna harmaðist um, at borgarin ikki hevði fingið svar uppá fyrispurningar sínar í sambandi við keyp av fastogn og upplýsti, at kommunan miðaði eftir at svara borgaranum innan 14 dagar .
Harumframt upplýsti kommunan, at innlit fór at verða latið borgaranum skjótast gjørligt. 
Kommunan vísti á, at eitt starvsfólk var farið í annað starv, og at málið av teirri orsøk ongantíð var avgreitt. 
Harumframt upplýsti kommunan, at samskiftið við klagaran umvegis telefon ikki var noterað. 

Umboðsmaðurin helt tað ikki vera nøktandi og ei heldur í samsvari við góðan fyrisitingarsið, at klagarin í yvir eitt ár ikki hevði fingið svar til umsókn sína um keyp av fastogn og heldur ikki hevði fingið svar til fyrispurningar sínar um garðbygging og innlit, og at svarfreistin, sambært § 16 í innlitslógini, ikki var hildin. Harumframt helt umboðsmaðurin tað ikki vera nøktandi, at kommunan ikki hevði hildið notatskyldu sína.

Umboðsmaðurin gav tí Eiðis kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 24/27154)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.