Umboðsmaðurin í Reykjavík

19-08-2022


Í hesum døgum hevur løgtingsins umboðsmaður, Hanna Vang, saman við einum ráðgeva luttikið á fundi í Reykjavík fyri norðurlendskar umboðsmenn.

Íslendski umboðsmaður Altingsins hevur boðið norðurlendsku umboðsmonnunum til fundar. Vanliga hava slíkir fundir verið hildnir annað hvørt ár, men vegna covid19 avmarkingar eru 4 ár síðani síðsta fundin, sum var hildin í Finnlandi.

Teir ymisku norðurlendsku umboðsmansstovnarnir hava nógv í felag, og hesir fundir eru við til at styrkja sambond, eins og fundirnir geva høvi at samrøða og luta royndir.



« Aftur