Skriv viðvíkjandi viðgerð hjá Fíggjarmálaráðnum av einari umbøn um alment innlit

22-10-2021


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpi Føroya, um at Fíggjarmálaráðið ikki hevði avgreitt eina umbøn um innlit til tíðina.

Tann 23. august 2021 sendi klagarin Fíggjarmálaráðnum eina umbøn um innlit í samskifti millum landsstýrið og Føroya Tele um veitaran av 5G tøkni til farnetið hjá Føroya Tele.

Sambært klagaranum fekk hann, tann 7. september 2021, at vita, at Fíggjarmálaráðið ikki hevði hugt eftir umbønini, tí starvsfólkini í ráðnum høvdu havt so nógv at gera.

Tann 9. september 2021 fekk klagarin at vita, at umbønin um innlit var send til hoyringar hjá Føroya Tele.

Í § 16, stk. 2 í innlitslógini er ásett, at er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða viðkomandi frá, um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals.

Sambært § 16, stk. 2, hevur myndugleikin sostatt eina fráboðanarskyldu. Ásetingin hevur eisini sum fyritreyt, at myndugleikin beinanvegin snarkannar eina umbøn um innlit, soleiðis at myndugleikin skjótast gjørligt er førur fyri at gera sær eina meting av, hvussu málsviðgerðin skal handfarast, og hvussu drúgv málsviðgerartíðin kann væntast at verða. 

Tann 1. oktober 2021 boðaði Fíggjarmálaráðið umboðsmanninum frá, at klagarin sama dag hevði fingið at vita, nær hann kundi vænta sær endaligt svar frá Fíggjarmálaráðnum.

Soleiðis sum málið var lýst, kundi umboðsmaðurin staðfesta, at tað gingu 39 dagar frá tí, at klagarin, tann 23. august, søkti um alment innlit, til Fíggjarmálaráðið, tann 1. oktober, gav klagaranum eina fullfíggjaða fráboðan, ið samsvaraði við § 16, stk. 2 í innlitslógini. Harafturat fór Fíggjarmálaráðið ikki undir at viðgera umbønina fyrr enn tann 7. september, ið var 15 dagar aftaná at klagarin hevði søkt um alment innlit.

Í sambandi við klagumálsviðgerðina hjá umboðsmanninum, noyddist umboðsmaðurin at minna Fíggjarmálaráðið tríggjar ferðir á málið, áðrenn ráðið lat umboðsmanninum sínar viðmerkingar til klaguna. Umboðsmaðurin helt tað als ikki vera í lagi, at Fíggjarmálaráðið á henda hátt ikki lat við seg koma.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Fíggjarmálaráðnum eina átalu fyri handfaringina málinum (LUM 21/17840).

Skrivið kann lesast her



« Aftur