Skriv til Fuglafjarðar kommunu viðvíkjandi klagu um vantandi eftirlit við byggiloyvi og vantandi svar frá kommununi

08-12-2020


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Fuglafjarðar kommuna ikki framdi eftirlit við einum byggiloyvi, og at kommunan ikki svaraði klagaranum. 

Umboðsmaðurin viðmerkti, at tað ikki er nøktandi, at tað gingu fleiri ár, áðrenn kommunan fór undir viðgerðina av málinum hjá klagaranum, og gav Fuglafjarðar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 20/00064)

Skrivið kann lesast her



« Aftur