Skriv til Umhvørvis- og vinnumálaráðið um umsitingina av føroyskum internet-økisnøvnum

26-08-2020


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um hvørjar heimildir Økisnavn.fo hevur at krevja inn gjald fyri tær tænastur, stovnurin veitir, og við hvørjum gjaldshættum og treytum.
 
Fyritreytin fyri, at umboðsmaðurin yvirhøvur kann viðgera klagur um virksemi hjá Økisnavn.fo er, at talan er um virksemi, ið verður mett sum partur av almennu fyrisitingini.
 
Í frágreiðing sínari til umboðsmannin kom Umhvørvis- og vinnumálaráðið til ta niðurstøðu, at virksemi hjá Økisnavn.fo ikki kundi metast sum partur av almennu fyrisitingini.
 
Umboðsmaðurin tók undir við hesari niðurstøðu og viðgjørdi tí ikki klaguna innihaldsliga. Tó mælti umboðsmaðurin Umhvørvis- og vinnumálaráðnum til at kanna nærri í hvønn mun umsitingin av føroyskum internet-økisnøvnum eigur at verða skipað í lóggávu.  

Umboðsmaðurin grundaði sítt tilmæli á, at alsamt fleiri týðandi tættir í samfelagnum nú verða viðgjørdir umvegis internetið og internet-økisnøvn, og at týdningurin av internet-økisnøvnum er eyðsýndur fyri føroyska samfelagið. Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at danska umsitingin av internet-økisnøvnum, ið føroyska umsitingin m.a. varð grundað á, varð skipað í lóggávu í 2005.   
 
Umboðsmaðurin helt, at ein lóggáva eitt nú kundi skipa almennar reglur kring umsitingina av føroyskum internet-økisnøvnum, ásett neyðug krøv og treytir í mun til KT trygd, ásett reglur um kærumyndugleika og reglur, ið skipa eftirlitið við umsitingini av økisnøvnum (LUM 20/00056).

Skrivið kann least her.



« Aftur