Umboðsmaðurin verið á eftirlitsvitjan á sambýlum í Eind 8 hjá Almannaverkinum


Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjan á trimum sambýlum hjá Eind 8 hjá Almannaverkinum, sum eru fyri fólk við sálarsjúku. Eisini hevur umboðsmaðurin verið á vitjan hjá Sosialpsykiatri Suðurstreymoy.

Endamálið við vitjanini á sambýlum fyri fólk við sálarsjúku var at kanna um fólk við sálarsjúku, sum búgva á sambýlum, verða virðiliga viðfarin, og teirra rættindi verða vird. Eisini varð kannað, hvussu samstarvið millum myndugleikarnar (Psykiatriska depilin, sosialpsykiatriina og bústovnarnar fyri fólk við sálarsjúku), sum arbeiða við fólki við sálarsjúku, virkar.

Á vitjanunum legði umboðsmaðurin dent á at fáa lýst dagligdagin hjá búfólkunum, og vórðu í hesum sambandi umrødd hesi evni :

• Sambond (relatiónir) 

• arbeiði, undirvísing og frítíð

• búfólkasamanseting

• heilsuviðurskifti

• valdsnýtsla og onnur inntriv

 

Umboðsmaðurin var á fráboðari eftirlitsvitjan á hesum sambýlum:

1) sambýlinum við Heyggjar, Bóndaheygur 3, Tórshavn, tann 11. februar 2020

2) sambýlinum Eystan Heyg, Eystan Heyg 17, Tórshavn, tann 9. mars 2020

3) sambýlinum Fjálgalon, Eirargarður 16B, Tórshavn, tann 10. mars 2020 

4) eisini vitjaði eg Sosialpsykiatri Suðurstreymoy, Tórshavn, tann 9. juni 2020

 

Nevndu sambýlini eru øll vardir bústaðir skipaðir við heimild í § 32 í forsorgarlógini (Lovbekendtgørelse om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 12. desember 2018.). Sambært kunngerðini um skipan av sambýlum (kunngerð nr. 2 um skipan  av sambýlum frá 3. januar 2005) er endamálið við sambýlum at geva fólki við serligum tørvi hóskandi bústaðarumstøður og møguleika at mennast og stimbrast, soleiðis at tey fáa størri sjálvræði og sjálvsábyrgd, og at tey fáa eitt vanligt samband við grannalag, næstringar, vinfólk og samfelagið annars.

Áðrenn vitjanina á sambýlunum vórðu búfólk, við uppsløgum á sambýlunum, kunnaði um, at umboðsmaðurin kom á eftirlitsvitjan, og at tey, sum ynsktu tað, høvdu møguleika at tosa við umboðsmannin um viðurskiftini á stovninum ella um teirra privatu viðurskifti. 

Eftirlitsvitjaninar vóru skipaðar soleiðis : Byrjað varð við einum fundi við leiðsluna fyri sambýlið (eindarleiðarin og leiðarin fyri sambýlið) og umboð fyri starvsfólkið. Eftir fundin varð víst runt í húsinum. Síðani tosaði umboðsmaðurin við tey búfólk, sum høvdu biðið um samrøðu við umboðsmannin. At enda varð samrøða við eindarleiðaran og leiðaran fyri sambýlið, har tikið varð samanum dagin.

Fáar dagar eftir eftirlitsvitjanina á Fjálgalon mátti alt alment virksemi umskipast vegna íkomnu støðuna við koronu. Eisini arbeiðið hjá umboðsmanninum mátti umskipast. Hetta og tey neyðugu atlitini, sum skuldu takast m.a. fyri at verja búfólkini á sambýlum, førdu til, at umboðsmaðurin avgjørdi, ikki at gera fleiri eftirlitsvitjanir á hesum sinni. Eftirlitið varð sostatt avmarkað til at fevna um tey trý nevndu sambýlini hjá Eind 8, sum eru fyri fólk við sálarsjúku. 

Umboðsmaðurin hevur gjørt frágreiðingar frá hesum trimum eftirlitsvitjanunum og vitjanina hjá sosialpsykiatriini. Hesar frágreiðingar eru grundarlag undir teimum samandráttum, sum kunnu lesast í fylgiskjølunum 1- 4,  har ið tikið verður samanum frá vitjanini á hvørjum einstakum sambýli, og hvørji tilmæli umboðsmaðurin hevur givið.

Almannaverkið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Psykiatriska deplinum hava fingið høvi at gera viðmerkingar til frágreiðingina. Nú frágreiðingin er liðug, er hon send nevndu myndugleikum, Sinnisbata og Løgtinginum. 

 

Viðmerkingar og tilmæli 

Í mun til evnini, sum vóru umrødd á vitjanunum, havi eg samanumtikið hesar viðmerkingar:

”Viðvíkjandi sambondum (relatiónir). Vitjaninar hava givið mær ta fatan, at sambýlini stuðla búfólkunum í at hava samband bæði við síni avvarðandi, vinir og onnur búfólk, men at tey eldru á sambýlum við tíðini gerast meira og meira einsamøll, tá familjan fellur frá. 

Viðvíkjandi arbeiði, undirvísing og frítíð. Eg haldi meg kunna staðfesta, at starvsfólkini á sambýlunum leggja stóran dent á, at búfólkini eftir førimuni eru so virkin sum gjørligt bæði í mun til arbeiði, undirvísing og frítíð. Tað tykist tó samstundis, sum tað er trupult hjá búfólkunum / starvsfólkunum at finna arbeiðsstøð, sum vilja bjóða arbeiði til hendan bólk av fólki.

Viðvíkjandi búfólkasamanseting. Upplýsingarnar, ið eg havi fingið undir vitjanini, vísa at búfólkasamansetingin er ein afturvendandi trupulleiki hjá sambýlunum, bæði tí tørvur er á fleiri búplássum, og tí búfólkini vegna aldur og sjúku hava ymiskan tørv.  

Av tí at tey vitjaðu sambýlini eru eitt sosialt námsfrøðiligt tilboð og ikki eitt viðgerðartilboð, førir hetta og tørvurin á fleiri bútilboðum til, at tilboðið, sum sambýlini kunnu veita til  nøkur av búfólkunum við sálarligari sjúku, ikki eru nøktandi.  

Almannaverkið hevur í sambandi við eftirlitsvitjanina broytt tilboðið til eitt búfólk, so tilboðið er betri tillagað tørvinum hjá viðkomandi. Almannamálaráðið hevur víst á, at tað verður arbeitt við at útvega fleiri sambýlispláss, og at nýggja lógin um almannatrygd og tænastu, sum kemur í gildi 1. januar 2021, hevur broyttar heimildir á hesum øki.

Viðvíkjandi heilsuviðurskiftum. Eg haldi meg kunna staðfesta, at starvsfólkini á sambýlinum eggja búfólkunum til at hugsa um sína heilsu, bæði tá kemur til kost og rørslu, men at tey samstundis virða sjálvsavgerðarrættin hjá einstaka búfólkinum. Búfólk, sum hava heilsutrupulleikar, fáa eisini ítøkiliga ráðgeving í mun til egna støðu.

Viðvíkjandi valdsnýtsla og onnur inntriv. Sambýlini hava reglugerðir og skipanir um fráboðan av valdnýtslu og harðskapi, og Almannaverkið hevur áhaldandi arbeitt við at kunna og útbúgva starvsfólk í at handfara tvístøður og harðskapsstøður. Hóast hetta kom undir vitjanin fram,  at starvsfólk eru í iva um nær harðskapur – serliga sálarligur harðskapur – skal fráboðast. Eg havi tí mælt til, at Almannaverkið framhaldandi arbeiðir við at kunna og menna starvsfólkini á hesum øki.

 

Aðrar viðmerkingar:

Bygningurin hjá Fjálgalon. Eg havi í frágreiðing míni um Fjálgalon víst á, at eg meti, at bygningurin tørvar umfatandi dagføringar til tess at gerast egnaður og tíðarhóskandi sum sambýli hjá eldri fólki. Soleiðis sum sambýlið er háttað, haldi eg, at sambýlið bert kann virka sum ein fyribils loysn, og at tað sostatt eigur at verða arbeitt við at fáa nútíðarhóskandi búumstøður til hendan bólkin av sálarsjúkum. 

Myndugleikasamstarv. Eg havi á vitjanunum og í skrivi til Psykiastriska Depilin spurt,  hvussu samstarvið millum sambýlini og Psykiatriska Depilin virkar. Sambýlini og Psykiatriski Depilin lata væl at samstarvinum, men eitt at sambýlunum ynskti nærri samstarv um útskriving av búfólkum, tá tey hava verið innløgd á Psykiatriska Depilin. Eisini vísti sosialpsykiatriin á, at tørvur er á eini psykatriskari skaðastovu. 

Bústaðarumstøður. Á vitjanini hjá Sosialpsykiatri Suðurstreymoy varð gjørt vart við, at vantandi og vánaligar bústaðarumstøður eru ein stórur trupulleiki hjá fleiri av teimum, sum hava samband við sosialpsykatriina. 

Eg haldi, at tørvur er á at bøta um hesi viðurskifti og havi tí spurt landsstýriskvinnuna í almannamálum um bústaðarviðurskiftini hjá fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Landsstýriskvinnan sigur seg vera vitandi um, at bústaðarstøðan hjá fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum ikki er nøktandi og ásannar eisini, at arbeiðið við at fáa til vega fleiri bústaðartilboð er umfatandi og drúgt, og at hetta er ein uppgáva, sum fleiri mugu lofta. Landsstýriskvinnan metir, at við ætlanum sínum komandi árini á bústaðarøkinum, eru vit komin eitt stórt stig á leiðini. ”

 

Sólja í Ólavsstovu

Løgtingsins umboðsmaður

 

(LUM 20/00022)

Fylgiskjøini 1-4 kunnu lesast her