Álit viðvíkjandi klagu um setan av stjóra til Tjóðpall Føroya


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um avgerðina hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í kærumálinum frá Leikarafelag Føroya um setan av stjóra til Tjóðpall Føroya. 

Umboðsmaðurin helt, at Uttanríkis- og mentamálaráðið hevði ikki upplýst málið nøktandi, áðrenn ráðið tók avgerð í málinum, og gav Uttanríkis- og mentamálaráðnum eina átalu fyri handfaringina av kærumálinum og bað ráðið taka málið uppaftur til nýggja viðgerð (LUM 20/00137).

Álitið kann lesast her