2024

Ársfrágreiðing fyri 2023

Ársfrágreiðingin fyri 2023 er í dag handað Løgtinginum.

Ársfrágreiðingin lýsir virksemið í farna ári, hvørjar klagur eru komnar inn, hvørji evni hava verið viðgjørd, og hvussu klagurnar eru viðgjørdar. Eisini eru frágreiðingar, sum vórðu lidnar í 2023 viðvíkjandi málum, sum umboðsmaðurin hevur tikið upp av egnum ávum.

Tvær greinar kunnu lesast í ársfrágreiðingini. Tann eina er um kunningarvirksemið hjá barnanna umboðsmanni í 2023 og hin um avgerðarhugtakið í fyrisitingarlógini.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 94 klagur í 2023. Av hesum 94 klagunum vóru 81 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Harumframt vóru avgreiddar 16 klagur frá undanfarnum árum.

Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo.

Tórshavn, tann 25. juni 2024

Hanna Vang
Løgtingsins umboðsmaður

Tak niður sum pdf