Skriv til Almannamálaráðið viðvíkjandi heimildini at gjalda fyri ferðaútreiðslur í sambandi við samveru eftir barnaverndarlógini

29-04-2020


Umboðsmaðurin hevur sent Almannamálaráðnum eitt skriv um heimildina hjá barnaverndartænastum at gjalda foreldrum fyri ferðaútreiðslur í sambandi við samveru eftir barnaverndarlógini.

Umboðsmaðurin heitti á Almannamálaráðið um at fáa til vega greiða heimild og at gera eina vegleiðing um, hvussu barnaverndartænasturnar skulu gera tørvsmetingina í sambandi við útgjald av ferðaútreiðslum. (LUM 20/00024)

Skrivið kann lesast her



« Aftur