Álit viðvíkjandi klagu um málsviðgerðina hjá Almannaverkinum

27-04-2020


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Almannaverkinum av eini umsókn um fyritíðarpensjón. Umboðsmaðurin helt tað vera sera átaluvert, at Almannaverkið í nærum fýra ár sendi einum kommunulækna 13 áminningar um at fáa eina heildarheilsuváttan til vega, uttan at taka onnur stig til at fáa málið avgreitt.

Umboðsmaðurin gav Almannaverkinum eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og kunnaði sambært § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýriskvinnuna í almannamálum um málið. Umboðsmaðurin bað Almannaverkið um at lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum. (LUM 19/00114)

Álitið kann lesast her



« Aftur