Álit viðv. klagu um at Bú- og Heimatænastan í Suðuroy krevur læknaváttan eftir 2. sjúkradag

27-05-2019


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Bú- og Heimatænastan í Suðuroyar krevur læknaváttan frá starvsfólkum eftir 2. sjúkradag, tí mett var, at sjúkrafráveran var ov høg. Umboðsmaðurin metti, at avgerðin um at krevja læknaváttan aftaná 2. sjúkradag liggur innan leiðslurættin, men at almennir myndugleikar skulu taka atlit til vanligar fyrisitingarligar grundreglar, sum løggildisgrundregluna, sakligheit og lutfalsmeginregluna. Umboðsmaðurin vísti á, at avgerðin at krevja læknaváttan var tikin grundað á høga sjúkrafráveru í eitt stutt tíðarskeið, uttan greining av orsøkunum til høgu sjúkrafráveruna og uttan umhugsni fyri, um onnur minni inntriv kundu bøtt upp á støðuna. Umboðsmaðurin helt tað tí vera ivasamt, um avgerðin hjá Stýrinum fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy var lutfalslig, og mælti  Stýrinum til at taka málið upp til nýggja viðgerð. (LUM 18/00030)

Álitið kann lesast her



« Aftur