Dómurin í Føroya Rætti í málinum um skúlabygnaðin í Sunda kommunu var í samljóð við niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni.

15-01-2019


Vísandi til tíðindi í miðlunum seinastu dagarnar, sum kunnu  misskiljast, loyvir umboðsmaðurin sær at koma við hesi viðmerking:

Umboðsmaðurin viðgjørdi í 2016 eina klagu um uppsøgn av skúlaleiðaranum í Hvalvíkar skúla. Mentamálaráðið segði skúlaleiðaranum úr starvi, tí starvið skuldi niðurleggjast í sambandi við, at skúlabygnaðurin í Sunda kommunu skuldi broytast, og at Hvalvíkar skúli ikki fór at verða varðveittur sum sjálvstøðugur skúli.

Spurningurin um niðurlegging av Hvalvíkar skúli var til atkvøðugreiðslu tann 26. januar 2016. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at meiriluti var fyri, at skúlin skuldi varðveitast. 

Umboðsmaðurin vísti á, at úrslitið hevði við sær, at Hvalvíkar skúli framhaldandi var ein sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu og skúlastýri. Samstundis gjørdi umboðsmaðurin  vart við, at spurningurin um, hvørjir flokkar skuldi vera í varðveitta skúlanum, fall uttanfyri viðgerðina hjá umboðsmanninum. 

Umboðsmaðurin helt tí grundgevingina fyri at siga skúlaleiðaran úr starvi vera skeiva og heitti á Mentamálaráðið um skjótast gjørligt at taka málið upp til nýggja viðgerð. (LUM 16/00017) 



« Aftur