Álit viðv. klagu um grundarlagið fyri skrivligari ávaring eftir kæruavgerð í Heilsu- og innlendismálaráðnum

07-01-2019


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Heilsu- og innlendismálaráðið staðfesti eina skrivliga ávaring, sum Heilsutrygd hevði givið klagaranum, hóast ráðið ógildaði stórar partur av grundarlagnum fyri skrivligu ávaringini.

Umboðsmaðurin vísti  á lutfalsmeginregluna og helt tað vera ivingarsamt, at ráðið ikki hevði latið Heilsutrygd meta um, hvørt skrivliga ávaringin framhaldandi var eitt hóskandi starvsrættarligt stig at taka, eftir at ráðið hevði ógildað stóran part av grundarlagnum fyri skrivligu ávaringini.

Umboðsmaðurin heitti á Heilsu- og innlendismálaráðið um at taka málið upp til nýggja viðgerð, soleiðis at Heilsutrygd við støði í kæruavgerðini frá ráðnum fekk møguleika at viðgera grundarlagið fyri skrivligu ávaringini av nýggjum. (LUM 18/00106)

Álitið kann lesast her



« Aftur