Álit viðv. klagu um drúgva málsviðgerðartíð av áheitan um innlit

26-04-2017


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini áheitan um innlit í málið um at byggja nýggjan barnagarð í kommununi. Kommunan boðaði beinanvegin klagaranum frá, at innlitsáheitanin fór at verða avgreidd tvær vikur seinni, men hóast hetta og fleiri áminningar frá klagaranum, tók tað kommununi meginpartin av einum ári at avgreiða innlitsáheitanina. Umboðsmaðurin metti hvørki vavið á skjølunum ella umstøðurnar í málinum kunna umbera, at tað tók kommununi so drúgva tíð at avgreiða innlitsáheitanina. Umboðsmaðurin gav Hvalbiar kommunu eina álvarsliga átalu fyri at lata innlitsáheitanina liggja óavgreidda meginpartin av einum ári. (LUM 16/00123).

Álitið kann lesast her



« Aftur