Uppfylging viðv. klagu um setan av leiðara fyri Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

17-10-2016


Í áliti, dagfest 30. juni í ár, heitti umboðsmaðurin á stýrið fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu um at taka málið um setan av leiðara fyri Økistænastuna til nýggja viðgerð. Orsøkin var, at fleiri grundleggjandi feilir vóru gjørdir í málinum.

Álitið kann lesast her.

Umboðsmaðurin metir seg framvegis ikki hava møguleika at viðgera, um stýrið tók viðkomandi og saklig atlit í sambandi við starvssetanina. Haraftrat metir umboðsmaðurin grundgevingarnar til klagararnar í tí eina førinum ikki vera nøktandi og í hinum førinum ósakliga.
Umboðsmaðurin hevur tí mælt landsstýriskvinnuni í kommunumálum til at viðgera niðurstøðurnar hjá umboðsmanninum og lata seg frætta, hvørji stig niðurstøðurnar geva orsøk til at taka í hesum máli.

Skrivið kann lesast her.

 

Av tí at umboðsmaðurin helt talan vera um álvarslig brek við viðgerðini hjá stýrinum, eru bæði álit og skriv, samsvarandi § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini, eisini send formansskapinum í Løgtinginum og løgmanni. (LUM 16/00024)

 

 



« Aftur