Álit viðv. klagu um vantandi innlit í upplýsingar um heilivágsnýtslu í alibrúkum

05-10-2016


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um eina avgerð hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum, sum staðfesti avgerðina hjá Apoteksverkinum um at sýta klagaranum innlit í upplýsingar um heilivágsviðgerð fyri laksalús vísandi til § 12, stk. 1, nr. 2 í innlitslógini um undantøku av upplýsingum.

Umboðsmaðurin metti ikki Heilsu- og innlendismálaráðið hava gjørt neyðugu sjálvstøðugu metingina sambært § 12 um ítøkiliga vandan fyri fíggjarligum missi hjá einstøku fyritøkuni við bert at endurgeva sjónarmiðini hjá fyritøkunum og vísa til, at ráðið ikki kann seta til viks sjónarmiðini hjá alifyritøkunum. Umboðsmaðurin heitti á Heilsu- og innlendismálaráðið um at taka málið uppaftur til viðgerðar og lata seg frætta aftur um úrslitið av viðgerðini. (LUM 16/00043)

Álitið kann lesast her



« Aftur