Hvønn og hvat kunnu tygum klaga um
 
Umboðsmaðurin hevur eftirlit við allari fyrisitingini undir heimastýrinum. Bæði lands -, kommunalu og interkommunalu myndugleikunum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndugleikunum, eins og viðferð teirra av borgarum og málum.
Tygum kunnu t.d. klaga um eina noktan av einari umsókn, um tann valda viðgerðarháttin, um ta tíðina, sum hetta hevur tikið og / ella framferðarháttin hjá embætisfólkunum.
Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.
Dómstólarnir, Løgtingið, feløg og privatir persónar eru ikki almennir fyrisitingarmyndugleikar. Tí kann umboðsmaðurin ikki viðgera klagur um hesi. Donsku myndugleikarnir, sum t.d. løgreglan hoyra ikki undir heimastýrið. Tí kann umboðsmaðurin heldur ikki viðgera klagur um hesar. Um tygum eru í iva um, hvørt tygum kunnu klaga til umboðsmannin um ein ávísan myndugleika, kunnu tygum altíð spyrja okkum.
 
Hvussu kunnu tygum klaga 

 

Um tygum ynskja at klaga, skulu tygum skriva til umboðsmannin og greiða frá, hvønn og hvat tygum ynskja at klaga um.
 
Um tygum hava latið onkran annan klaga tygara vegna, skulu tygum leggja eina undirskrivaða fulltrú við klaguni.
 
Tað lættir um málsviðgerðina, um tygum senda møgulig viðkomandi skjøl (brøv frá tygum, svar frá myndugleikunum osv.) saman við klaguni.
 
Á hendan hátt fáa tygum eisini ofta skjótari svar, tí umboðsmaðurin vanliga hevur tørv á at síggja hesi skjøl.
 
Hvat kann umboðsmaðurin gera
 
Um umboðsmaðurin eftir at hava kannað málið kemur til ta niðurstøðu, at hann gevur viðkomandi viðhald, kann hann finnast at tí myndugleikanum, sum klagan snýr seg um.
Umboðsmaðurin kann eisini heita á myndugleikan um at umhugsa málið av nýggjum og taka eina aðra avgerð.
Leggið til merkis, at umboðsmaðurin ikki sjálvur kann broyta eina avgerð. Uppgávan hjá umboðsmanninum er sostatt at greiða myndugleikanum frá, at hesin eftir hansara fatan hevur gjørt eitt mistak.
Í hesum sambandi skulu tygum hava í huga, at umboðsmaðurin hevur avmarkaðar møguleikar fyri at taka støðu til avgerðir, ið eru grundaðar á reinar metingar ella avgerðir, har tað krevst ein serligur førleiki (t.d. læknaligur).
 
Hvat hendir, tá umboðsmaðurin fær eina klagu
 
Umboðsmaðurin hevur 3 møguleikar at svara eini klagu:
  1. Klagan verður kannað nærri.
  2. Klagan verður avvíst, tí at umboðsmaðurin ikki kann viðgera hana.
  3. Umboðsmaðurin velur ikki at kanna málið.
1.   Klagan verður kannað nærri.
Heldur umboðsmaðurin, at ein klaga skal kannast nærri, sendir hann hana til viðkomandi myndugleika og biður um eina viðmerking. Samstundis biður hann eisini um at læna møgulig skjøl í málinum. Viðmerkingin frá myndugleikanum verður vanliga send viðkomandi, sum fær møguleika at gera sínar viðmerkingar.
Hann, ið hevur klagað, verður vanliga kunnaður um gongdina í málinum.
Tá myndugleikin og viðkomandi hava gjørt sínar viðmerkingar til málið, er hetta vanliga klárt til endaligu niðurstøðu umboðsmansins. Alt eftir, hvussu nógv mál eru til viðgerðar hjá umboðsmanninum samstundis, og hvussu skjótt myndugleikarnir svara umboðsmanninum, mugu tygum rokna við, at tað kann ganga umleið eitt hálvt ár, áðrenn málið er liðugt viðgjørt.
2.   Klagan verður avvíst.
Løgtingið hevur í umboðsmanslógini (lóg nr. 60 frá 10. mai 2000) sett mark fyri, nær umboðsmaðurin kann viðgera eina klagu:
“Klaga um avgerðir, ið møguligur hægri umsitingarmyndugleiki kann broyta, kann ikki sendast umboðsmanninum, fyrr enn viðkomandi hægri myndugleiki hevur tikið avgerð í málinum...” (§ 6, stk. 3).
Um tað er møguligt at kæra eina avgerð til ein annan fyrisitingarmyndugleika, skal hetta sostatt verða roynt, áðrenn umboðsmaðurin kann viðgera málið. Avgerðir, sum verða fráboðaðar skrivliga, skulu geva eina vegleiðing um møguligar kærumøguleikar, áðrenn farast kann til umboðsmannin. Eru tygum í iva, kunnu tygum venda tygum til myndugleikan, sum hevur tikið avgerðina, ella møguliga til skrivstovuna hjá umboðsmanninum.
“...Klagan skal vera umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi eitt ár eftir, at tey viðurskifti, ið klagað verður um, áttu sær stað.” (§ 6, stk. 2).
Orðingin “viðurskifti” fevnir um alt, sum klagast kann um til umboðsmannin, t.d. viðgerðina av einum máli, málsviðgerðartíðina, avgerðina í málinum, atburðin o.s.v. Klaga tygum um eina avgerð, skal hendan sostatt verða tikin innanfyri tað seinasta árið.
Inniheldur klagan til umboðsmannin viðurskifti, sum myndugleikin ikki áður hevur tikið støðu til, sendir umboðsmaðurin næstan altíð klaguna víðari til myndugleikan og biður hendan taka støðu til hesi viðurskiftini. Samstundis verður viðkomandi kunnaður um hetta, og biðin um at bíða við at klaga til umboðsmannin til myndugleikin hevur tikið støðu í málinum. Kemur eingin nýggj klaga, ger umboðsmaðurin ikki meira við málið.
3.   Umboðsmaðurin velur ikki at kanna málið.
Í umboðsmanslógini stendur:
“Umboðsmaðurin tekur støðu til, um grundarlag er fyri víðari kanningum í máli, ið klagað verður um.” (§ 6, stk. 4).
Umboðsmaðurin hevur sostatt ikki skyldu til at taka allar klagur upp til viðgerðar. Hann kann nokta at viðgera klaguna sum heild ella bert at viðgera ávís viðurskifti í hesari.
Umboðsmaðurin kannar altíð eina klagu gjølla, áðrenn hann tekur avgerð um at avvísa hana. Í tílíkum metingum verður vanliga hugt at, um tað eru útlit fyri, at umboðsmaðurin kann hjálpa viðkomandi.
Ofta skrivar ella ringir umboðsmaðurin til viðkomandi ella til myndugleikan, fyri at hava eitt trygt grundarlag fyri avgerð síni. T.d. kann hann biðja um skjølini í málinum.
Ein avvísing av at viðgera eina klagu kann sostatt vera úrslitið av einari víðfevndari málsviðgerð hjá umboðsmanninum.
 
 
Umboðsmaðurin kann sjálvur taka eitt mál til viðgerðar 
 
Umboðsmaðurin kann eisini kanna eitt mál, uttan at tað finst nøkur klaga hesum viðvíkjandi. Umrøða í fjølmiðlunum kann t.d. hava við sær, at umboðsmaðurin gerst varur við eitt mál, sum hann ynskir at kanna nærri.
Onkuntíð kunnu klagur vera orsøk til, at umboðsmaðurin fer at kanna viðurskifti, sum tað ikki er klagað um.
Umboðsmaðurin kann sambært §§ 6, stk. 5 og 8, stk. 3 kanna stovnar og tænastustøð v.m., ið hoyra til virkisøki hansara.