Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður

Umboðsmaðurin verður valdur av Løgtinginum og hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndugleikunum, eins og viðferð teirra av borgarum og málum. Umboðsmaðurin kann eisini taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum.

Tygum kunnu t.d. klaga um eina noktan av einari umsókn, um tann valda viðgerðarháttin, um ta tíðina, sum hetta hevur tikið og / ella framferðarháttin hjá embætisfólkunum. Tað kostar onki at klaga til Umboðsmannin. Klagan skal vera skrivlig og undirskrivað. Tygum kunnu skriva eitt bræv ella brúka oyðublaðið, sum tygum finna á hesi heimasíðu.