Umboðsmaðurin verið á eftirlitsvitjan á Psykiatriska deplinum


Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjan á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Eftirlitsvitjanin fevndi fyrst og fremst um stongda partin av psykiatrisku viðgerðareindini P40, og dentur varð lagdur á at kanna, um krøvini um tvingsil í psykiatrilógini verða hildin.

Sjúklingarættindi og tvingsilsgerðabók
Við nýggju psykiatrilógini, sum varð sett í gildi 1. oktober 2009, vórðu krøvini til nýtslu av tvingsli innan psykiatriina herd og rættindini hjá sjúklingum undir tvingsli munandi styrkt.

Umboðsmaðurin staðfesti, at skipaðar mannagongdir eru fyri, nær og hvussu tvingsilsgerðabókin skal førast, og at atlit verða tikin til ymisku lógarkrøvini í samband við skráseting í tvingsilsgerðabókini.

Umboðsmaðurin hevði tó m.a. hesar viðmerkingar til skrásetingina í tvingsilsgerðabókini:

•    Grundarlagið fyri frælsistøku var ikki í øllum førum eftirkannað til tíðina.
•    Í fleiri førum vóru eftirkanningar av fastspentum sjúklingum ikki framdar 3 ferðir um samdøgrið, sum ásett er, ella býttar javnt yvir samdøgrið.
•    Skrásetingin av nøvnum á teimum, sum viðvirka til eina tvingsilsfyriskipan, var ikki nøktandi.

Landssjúkrahúsið og Heilsu- og innlendismálaráðið hava boðað umboðsmanninum frá, at stig verða tikin til tess at tryggja, at ásetingarnar í psykiatrilógini verða hildnar.

Umboðsmaðurin vísti somuleiðis á, at í fleiri førum var ikki skrásett, um sjúklingurin hevði givið samtykki til viðgerðarætlanina, um viðgerðarætlan varð útflýggjað sjúklinginum, um kunnað samtykki varð givið, eins og dagføring av viðgerðarætlan ikki var skrásett.

Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at arbeitt verður við at betra um skjalfestingina av hesum viðurskiftum, og Heilsu- og innlendismálaráðið hevur boðað frá, at ráðið fylgir hesum arbeiði.

Heilivágsgoymsla
Undir eftirlitsvitjanini varð upplýst, at einki skipað eftirlit var við heilivágsgoymsluni á Psykiatriska deplinum, og at goymslan einans varð kannað, um illgruni var um óreglusemi. Hetta helt umboðsmaðurin als ikki vera nøktandi.

Landssjúkrahúsið hevur í sínum viðmerkingum til frágreiðingina hjá umboðsmanninum upplýst, at Landssjúkrahúsið hevur skrivligar mannagongdir og vegleiðingar um handfaring av heilivági, og metir, at nøktandi og skipað eftirlit er á ymisku deildunum.
Til hetta viðmerkir umboðsmaðurin, at somu viðmerkingar um vantandi eftirlit við heilivágsgoymslum framganga av frágreiðingini um dygdarmeting av Landssjúkrahúsinum frá februar 2017.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur boðað umboðsmanninum frá, at ráðið fer at taka spurningin um eftirlit við heilivágsgoymsluni upp við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

Hølisviðurskifti v.m.
Eftir ætlan flytur psykiatriin í nýggj hølir í 2021. Umboðsmaðurin legði tískil ikki stóran dent á at kanna verandi hølisumstøður á Psykiatriska deplinum.

Umboðsmaðurin mælti tó til at bøta um baði- og vesiumstøðurnar, sum umboðsmaðurin als ikki helt vera nøktandi.

Landssjúkrahúsið hevur greitt umboðsmanninum frá, at Landssjúkrahúsið hevur ikki møguleika til slíka kostnaðarmikla umbygging, sum hetta krevur, og Heilsu- og innlendismálaráðið hevur víst á, at í 2021 hava sjúklingar einastovur við vesi og baði.

Umboðsmaðurin helt tað í nøkrum førum vera tørv á at gera ábøtur beinanvegin, umframt at bøtast kundi um onnur viðurskifti við smærri broytingum. Víst varð m.a. á, at tað lak um eitt vindeyga, at inngongdin til fysioterapiina var sjónliga forfallin, og at innrættingin av vitjanarrúmi og sjúklingastovum kravdi dagføring. Mælt varð harumframt til at kanna møguligar rýmingarleiðir í garðinum og at tryggja, at roykur frá roykirúminum ikki var til ampa fyri starvsfólk og sjúklingar.

Landssjúkrahúsið og Heilsu- og innlendismálaráðið hava boðað umboðsmanninum frá, at tað í tíðarbilinum frá eftirlitsvitjanini til nú eru gjørdar ábøtur á nærum øll nevndu viðurskifti, og at annað er í gongd.

Heilsubøtandi virksemi
Sjúklingur, sum umboðsmaðurin tosaði við undir eftirlitsvitjanini, gjørdi vart við, at tað ikki longur vóru somu møguleikar sum fyrr at stytta sær stundir við ymiskum frítíðarvirksemi. Umboðsmaðurin mælti Psykiatriska deplinum til at umhugsa at geva serliga sjúklingum, sum eru innlagdir í eitt longri tíðarskeið, og sum ikki eru so væl førir fyri at luttaka í virksemi uttan fyri Psykiatriska depilin, lættari atgongd til ymiskt virksemi at stytta sær stundir við.

Landssjúkrahúsið hevur boðað umboðsmanninum frá, at hetta verður tikið við í framtíðar tilrættaleggjan av deplinum.(LUM 16/00088)

Frágreiðingin kann lesast her