Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjanum á fimm stovnum fyri børn og ung við menningartarni ella fjølbreki


Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjanum á Frítíðartilboðnum við Landavegin í Tórshavn, fjølbrekatoyminum Smæruni í Tórshavn, Skúlanum á Trøðni, umlættingarstovnarnar Eirargarð 16 A í Tórshavn og Reiðrið (nú Mýrusóljan) í Runavík.

Umboðsmaðurin valdi hesar stovnar, tí børnini á hesum stovnum teljast millum tey veikastu í samfelagnum og hava lítlan og ongan møguleika at siga frá sjálvi, um rættindi teirra ikki verða vird. Á vitjanunum fekk umboðsmaðurin høvi til at fylgja nøkrum av børnunum ígjøgnum allan gerandisdagin og sá tey tilboð, sum vórðu bjóðað teimum.

Samanumtikið er umboðsmaðurin væl nøgd við eftirlitsvitjanirnar. Avvarðandi myndugleikar loystu beinanvegin ella vístu vilja at loysa teir trupulleikar, sum umboðsmaðurin vísti á.

Aftaná at hava verið á eftirlitsvitjan kom umboðsmaðurin við fleiri tilmælum um, hvussu viðurskiftini kundi gerast betri fyri hesi børn og ung.
Umboðsmaðurin mælti millum annað til,

  • at myndugleikarnir gera eina heildarætlan fyri børn við fjølbreki, sum eru heilsuliga veik, soleiðis at sleppast kann undan, at tey verða flutt ov nógv runt,
  • at skipað samskifti verður millum Skúlan á Trøðni, fjølbrekatoymið Smæruna og umlættingarstovnarnar hjá børnunum, soleiðis at samstarvað verður um m.a. stimbran av børnunum, og soleiðis at tryggjað verður, at samskiftishættirnir eru teir somu í bæði skúla, frítíðartilboði, umlættingarstovnum og heima,
  • at avvarðandi at børnum við fjølbreki fáa betri skrivliga kunning um, hvørji rættindi børn við fjølbreki og familjur teirra hava, hvørji krøv kunnu setast til t.d. umlættingarstovnar, og hvørji tilboð teir einstøku stovnarnir hava til børn, sum bera fjølbrek,
  • at gjørdar verða langtíðarætlanir og heildarloysnir fyri hvørt einstakt barn við fjølbreki saman við familjuni hjá barninum,
  • at tilboðið um umlætting fyri børn við fjølbreki verður víðkað, jú størri og tyngri børnini verða,
  • at strembað verður eftir at fáa samtykki frá foreldrunum, fyri at fáa heilsuupplýsingar um børnini við fjølbreki frá heilsufakligum umhvørvi, við tí fyri eyga at góðskutryggja røktina av børnunum.

At enda minti umboðsmaðurin Almannaverkið á altíð at hava líkheitsgrundregluna í huga, tá stuðul verður givin til tað einstaka barnið. (LUM 14/00094, 15/00102, 15/00010, 15/00030, 15/00033)

Frágreiðingarnar kunnu lesast her:

Frítíðartilboðið við Landavegin

 

Fjølbrekatoymið Smæruni

 

Skúlin á Trøðni

 

Eirargarður 16 A

 

Mýrusóljan