Hergeir Neilsen, løgtingsformaður setti ráðstevnina

 

"Hvat hava vit rokkið hesi 10 árini", Johnhard Klettheyggj, leiðandiløgfrøðingur í Almenna- og Heilsumálaráðnum

 

"Løgtingsumboðsmaðurin- frustratión ella inspiratión", Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni

 

"Hava vit sum eitt lítið samfelag brúk fyri einum umboðsmanni? Royndir úr Íslandi." Róbert R. Spanó, professari við Háskóli Íslands

 

 

Løgtingsins umboðsmaður 10 ár
 
Tann 1. mai í ár eru liðin 10 ár, síðan løgtingsins umboðsmaður fór til verka. Í hesum sambandi verður almenn ráðstevna í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 6. mai, har Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Johnhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur í Almanna- og Heilsumálaráðnum, og Róbert Spano, professari á Háskóla Íslands, fara at umrøða týdningin av stovninum
 
Stovnurin, ið sá dagsins ljós við løgtingssamtykt í 2000, hevur síðan stovnanina fest seg í tilvitanina hjá teimum flestu, og nú tey fyrstu 10 árini eru løgd afturum, skipar umboðsmaðurin fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum at taka saman um fyrstu árini.
 
Løgtingsins umboðsmaður hevur hesi 10 árini viðgjørt mong mál, sum borgarar hava klagað almennar stovnar og umsitingar um. Eisini hevur umboðsmaðurin avvíst mál, tí málini ikki hoyrdu undir virkisøkið ella heimildirnar hjá stovninum.
 
Umboðsmaðurin gevur hvørt ár út ársfrágreiðing, har greitt verður frá avgerðunum í teimum týdningarmestu málunum. Í frágreiðingunum sæst, at starvsfólkamál og innlitsmál fara við nógv mestu arbeiðsorkuni hjá stovninum. Ofta eru tey um helvtin av øllum málunum.
 


Mentor í skipanini
Spurningurin er, hvønn týdning umboðsmaðurin hevur, og um stovnurin ger mun. Hesar spurningar fara Sjúrður Rasmussen og Johnhard Klettheyggj at viðgera á ráðstevnuni 6. mai, og Róbert Spano fer at umrøða týdningin av tílíkum stovni í smáum samfeløgum.
 
Sjúrður Rasmussen heldur, at fremsta uppgávan hjá umboðsmanninum er at venda frustratión hjá borgarum og fyrsitingum til inspiratión soleiðis at skilja, at borgarar og fyrisitingar kunnu fáa mál útgreinað og ummæld. Hetta hevur mangan eydnast seinastu 10 árini, heldur hann.
 
Johnhard Klettheyggj heldur ikki, at umboðsmaðurin skal hava vald sum ein fyrisitingardómstólur, eins og summi hava nevnt. Tá stovnurin kemur við tilmælum og átalum, virkar hann sum eitt slag av mentori hjá fyrisitingini, ið so rættar síni mistøk. Júst soleiðis eigur stovnurin at virka, heldur hann.
 
Róbert Spano fer at greiða frá royndunum í Íslandi við umboðsmanni í góð 20 ár. Hann heldur, at borgarar altíð mugu hava ein realistiskan møguleika at venda sær til ein óheftan stovn at fáa rættvísa viðferð. Rættarskipanin er ofta ein kostnaðarmikil møguleiki, men umboðsmaðurin er ókeypis.
 


Skrá fyri ráðstevnuna í Skálanum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 6. mai 2011:
 
13.05: Sólja í Ólavsstovu, løgtingsins umboðsmaður, bjóðar vælkomin
 
13.10: Hergeir Nielsen, løgtingsformaður setir ráðstevnuna
 
13.30: "Hvat hava vit rokkið hesi 10 árini"
            Johnhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur í Almanna- og Heilsumálaráðnum
 
14.10: Steðgur
 
14.40: "Løgtingsumboðsmaðurin – frustratión ella inspiratión“
            Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni
 
15.20: "Hava vit sum eitt lítið samfelag brúk fyri einum umboðsmanni?"
            Róbert R. Spano, professari við Háskóli Íslands
 
16.00: Hugnaløta og ábit í forhøllini