Í flestu demokratisku samfeløgum er tað soleiðis, at lóggávutingið hevur eftirlit við almennu fyrisitingini.

 

Hugskotið um at seta embætismenn at ganga tingunum til handa við hesi eftirlitsuppgávu er ikki eitt nýtt fyribrigdi. Longu í 1809 varð hetta gjørt í Svøríki, sum hetta árið setti ein „justitieombudsmann“ at hava eftirlit við embætismonnum kongsins. Finland fekk í 1919 ein umboðsmansstovn eftir svenskari fyrimynd. Í nevndini, sum í 1946 varð sett at gera uppskot til nýggja danska grundlóg, var spurningurin frammi um at seta á stovn ein tingsins umboðsmann, og gjørdist úrslitið § 55 í grundlógini frá 5. juni 1953, ið ásetur, at tað við lóg skal skipast fyri, at Fólkatingið velur ein ella tveir uttantings persónar at hava eftirlit við sivilu og militeru fyristingini hjá statinum. Hetta gjørdist veruleiki árið eftir, og fór fyrsti danski umboðsmaðurin til verka í 1955. Upprunaliga fevndi eftirlitið hjá umboðsmanninum ikki um kommunalu fyrisitingina, men er hetta seinni broytt, og eftir galdandi lógini um Folketingets ombudsmand – lov nr. 473 frá 12. juni 1996, § 7, stk. 1 – fevnir virksemi umboðsmansins um alla almennu fyrisitingina. Noreg fekk lóggávu um umboðsmann í 1962, Ísland í 1988 og Grønland í 1994. Sostatt eru nú umboðsmenn í øllum norðanlondunum. Eisini umheimurin uttan fyri norðurlond hevur sýnt hesum eftirlitsamboði áhuga, og finnast tað nú umboðsmansstovnar í umleið 70-80 londum í heiminum.

 

Í Føroyum er uppskot um at seta á stovn ein Løgtingsins umboðsmann á fyrsta sinni sett fram í 1978. Tað var táverandi løgtingsmaður, Jógvan Sundstein, sum tann 22. august 1978 setti fram uppskot til samtyktar um at seta eina 5-mannanevnd til at gera lógaruppskot um eina skipan við einum Løgtingsins umboðsmanni. Hóast nevndin, sum fekk uppskotið til viðgerðar, tók undir við tí, fall tað, tí bert 7 tingmenn vóru fyri (Løgtingstíðindi 1978, bls. 53-54).

 

Í 1980 royndi Jógvan Sundstein aftur. Hesa ferð saman við táverandi løgtingskvinnuni Karini Kjølbro, men aftur hesa ferð miseydnaðist royndin, tí bert 13 av 32 tinglimum atkvøddu fyri uppskotinum (Løgtingstíðindi 1979, bls. 347-348).

 

Í 1982 royndu Jógvan Sundstein, løgtingsformaður og Karin Kjølbro aftur at seta fram sama uppskotið. Løgtingið gjørdi tá av at seta eina 5-mannanevnd til at gera lógaruppskot um eina skipan við einum Løgtingsins umboðsmanni. Nevndin bleiv vald, men verulig gongd kom ongantíð á nevndararbeiðið, og nevndin lat ongantíð nakað álit frá sær (Løgtingstíðindi 1981, bls. 589–590).

 

Í mars 1992 legði Tjóðveldisflokkurin eitt uppskot fyri Løgtingið um at áleggja formansskapinum at seta eitt fólk at gera reglur fyri ein Løgtingsins umboðsmann, eins og at seta umboðsmannin innan ólavsøku sama árið. Í mai 1993 samtykti tingið hetta uppskotið, soleiðis at umboðsmaðurin skuldi setast innan árslok 1993. Heldur einki spurdist burtur úr hesari royndini (Løgtingstíðindi 1991, bls. 662).

 

Spurningurin um at seta á stovn ein Løgtingsins umboðsmann er eisini umrøddur í álitinum hjá nevndini, ið varð sett í 1993 at kanna stýrisskipan Føroya. Í viðmerkingunum til § 39 í uppskotinum til stýrisskipanarlóg um landsstýrismálanevndina, herundir setan av kanningarstjórum, stendur á bls. 192: „Skipanin kann sigast at vera eitt avmarkað slag av løgtingsins umboðsmanni fyri hvørt mál sær. Nevndin heldur, at henda skipan eigur at verða roynd í verki, áðrenn støða verður tikin til, um ein umboðsmansstovnur skal stovnsetast.“

 

Tann 24. mars 1994 legði løgmaður fram uppskot til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, og nevndi uppskotið eins og uppskotið hjá nevndu stýrisskipanarnevnd einki um Løgtingsins umboðsmann. Uppskotið varð beint í eina serliga løgtingsnevnd við umboðum frá øllum flokkum, og mælti nevndin til at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum við ávísum broytingum, teirra millum at seta inn sum nýggja grein, at tað í løgtingslóg kundi verða ásett, at Løgtingið velur uttantingsmann at hava innlit við fyrisiting heimastýrisins, og varð uppskotið til stýrisskipanarlóg samtykt m.a. við hesari broyting.

 

Tann 14. desember 1999 legði Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin fram uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann, ið við ávísum broytingum einmælt varð endaliga samtykt tann 2. mai 2000 - løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann.