Løgtingsins umboðsmaður 2001-2005

 

 Joen H. Andreassen var fyrsti Løgtingsins umboðsmaður í Føroyum. Hann var valdur umboðsmaður í tíðarskeiðnum 1. januar 2001 til 31. desember 2005.

 

- Føddur 9. oktober 1933

- Cand. jur. 1958

- Mars-oktober 1958 Løgfrøðingur hjá Føroya Landstýri

- Oktober 1958 - desember 1960 Løgfrøðingur í Løgmálaráðnum

- Desember 1960 - august 1964 Dómarafulltrúi í Roskilde

- August 1964 - 1969 Dómarafulltrúi í Føroya Rætti

- 1969 - 1977 Rættarassessor í Føroya Rætti

- 1977 - 1994 Sorinskrivari í Føroya Rætti

- 1994 - 2001 Fyrisitingarligur sorinskrivari í Føroya Rætti 

- Sum sorinskrivari limaskap í ymiskum nevndum:

- m.a. formaður í Vanlukkutryggingarráðnum, Yvirfriðingarnevndini og Leigunevndini í Tórshavn

- Valdur til umboðsmann fyri tíðarskeiðið 1. januar 2001 til 31. desember 2005.