Álit frá setiumboðsmanni viðvíkjandi klagu um vantandi svar frá Runavíkar kommunu


Setiumboðsmaður hevur viðgjørt eina klagu um, at Runavíkar kommuna ikki svaraði klagum, fyrispurningum og fundarumbøn frá einum klagara.

Setiumboðsmaðurin helt, at tær undanførslur, sum Runavíkar kommuna hevði fyri ikki at svara klagaranum, vóru ógrundaðar og bóru brá av vantandi virðing fyri klagaranum, og at kommunan ikki tók trupulleikarnar, ið klagarin vísti á, í nóg stórum álvara. 

Eisini vísti setiumboðsmaðurin á, at málbrúkið hjá kommununi í ávísum førum fór út um mark fyri, hvussu ein myndugleiki eigur at málbera seg sambært góðum fyrisitingarsiði. Víst varð í hesum sambandi á, at góður fyrisitingarsiður er galdandi fyri samskifti kommununar í skrift og talu, og uttan mun til um samskiftið er í brævformi ella á sosialum miðlum, og at hetta eisini er galdandi fyri borgarstjóran, tá viðkomandi umboðar kommununa.

Harumframt vísti setiumboðsmaðurin á, at ein innlitsumbøn frá klagaranum var ikki svarað.

Setiumboðsmaðurin gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av málinum.

Álitið kann lesast her