Álit viðvíkjandi avgerð hjá Trygdargrunninum at nokta innlit í hýrur hjá føroyska fiskiflotanum, málsræði hjá stýrinum fyri Trygdargrunnin og leiklutinum hjá Hagstovu Føroya í hesum høpi


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Trygdargrunnurin ikki vildi lata Kringvarpi Føroya innlit í upplýsingar viðvíkjandi hýrum í føroyska fiskiflotanum, galdandi fyri 2018, og at tað var stýrið fyri Trygdargrunnin, heldur enn dagliga leiðslan, ið hevði tikið hesa avgerð. 

Umboðsmaðurin helt, at umrøddu upplýsingar vóru av sovorðnum slagi, at tær kravdu eina ávísa dátuviðgerð at framleiða og vóru tískil ikki fevndar av almennum innliti. Umboðsmaðurin helt eisini, at stýrið fyri Trygdargrunnin hevði málsræði at taka avgerðina um at nokta innliti, men heitti samstundis á Trygdargrunnin um at fáa skipað soleiðis fyri, at uppgávubýtið millum dagligu leiðsluna og stýrið varð greiðari ásett.  

 

Í sambandi við viðgerðina av klaguni varð umboðsmaðurin kunnaður um, at Hagstova Føroya hevði fulla heimild at fáa til vega og viðgera umrøddu upplýsingar um hýrur hjá føroyska fiskiflotanum. Vísandi til, at hesar upplýsingar knýta seg til eina av mest týðandi vinnugreinum í føroyska samfelagnum, undraðist umboðsmaðurin á, at Hagstova Føroya ikki hevði dagført sínar upplýsingar um hýrur í føroyska fiskiflotanum síðan 2016. (LUM 19/00109)

Álitið kann lesast her