Álit viðvíkjandi klagu um málsviðgerðina hjá Tórshavnar kommunu í sambandi við útbjóðing av tøkniútgerð til nýggja musikkskúlan


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um innlit og útbjóðing av tøkniútgerð til nýggja musikkskúlan í Tórshavn. Umboðsmaðurin helt ikki, at kommunan hevði grundgivið fyri, hví innlitsumbønin ikki varð svarað  sum skjótast, ella hví innlit varð noktað í ávís skjøl. Umboðsmaðurin helt heldur ikki, at gjøgnumskygni var í útbjóðingini, at veitararnir høvdu fingið javnbjóðis møguleika at bjóða, ella at upplýsingarnar í útbjóðingini vóru nøktandi. Umboðsmaðurin gav Tórshavnar kommunu eina átalu fyri handfaringina av útbjóðingini, og mælti kommununi til at gera greiðar reglur fyri slíkar útbjóðingar. (LUM 19/00027)

Álitið kann lesast her