Skriv til Almannaverkið viðv. klagu um vánaliga vegleiðing frá Almannaverkinum


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vánaliga vegleiðing frá Almannaverkinum. Umboðsmaðurin metti ikki, at klagarin hevði fingið nøktandi vegleiðing í mun til ta strongdu støðu, klagarin var í, og sum gjørdi, at klagarin segði seg úr starvi og kom í eina fíggjarliga óhepna støðu. Umboðsmaðurin helt tað ikki vera nøktandi, at Almannaverkið hvørki kundi dagfesta viðkomandi fund við klagaran ella hevði nakað upprit frá fundinum. Umboðsmaðurin gav Almannaverkinum ein átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 19/00062)

Skrivið kann lesast her