Álit viðv. klagu um, at Tórshavnar kommuna noktar at seta áður uppsagt starvsfólk í starv aftur


Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, hvørt Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommuna kundi nokta at seta ein áður uppsagdan heilsurøktara í fast starv við teirri grundgeving, at Tórshavnar kommuna ikki hevur álit á henni.

 

Umboðsmaðurin vísti á, at sambært rættarpraksis kann arbeiðsgevari lógliga og sakliga nokta at seta áður uppsøgd starvsfólk í starv aftur í eitt tíðarskeið, um m.a. longdin á tíðarskeiðinum stendur mát við orsøkina til uppsøgnina. Umboðsmaðurin helt tó ikki rættarpraksis stuðla Tórshavnar kommunu í, at hetta tíðarskeið í ítøkiliga førinum kundi vera í minsta lagi 2 ár.

 

Umboðsmaðurin metti harumframt grundgevingina hjá Tórshavnar kommunu fyri ikki at seta klagaran í fast starv vera ósakliga. Hetta grundaði umboðsmaðurin á, at tá Tórshavnar kommuna havnaði starvsumsóknini, hevði kommunan havt klagaran í starvi í fýra mánaðir sum tímalønt starvsfólk á sama stovni, sum hon søkti um fast starv á. Umboðsmaðurin helt ikki grundgevingina um vantandi álit kunna lagast eftir setanarforminum.

 

Umboðsmaðurin fanst haraftrat at Tórshavnar kommunu fyri í einum ummæli til umboðsmannin at orða seg á ein hátt, sum als ikki sømdi seg einum almennum myndugleika og arbeiðsgevara. Umboðsmaðurin segði seg als ikki kunna góðtaka, at Tórshavnar kommuna umrøddi gongdina í málinum sum eina staðfesting av, at klagarin ikki virdi leiðsluna, ikki var samstarvssinnað ella sum eina staðfesting av, at Tórshavnar kommuna onga orsøk hevði til at hava álit á henni. (LUM 18/00048)

Álitið kann lesast her